Úr sólfrítíð á venjingarlegu

Úr sólfrítíð á venjingarlegu

2017-06-09 17:05 Author image
Símun Christian Olsen

Nógv vóru bilsin, tá Palli Augustinussen í 2009, tá hann spældi í næstbestu deildini, varð úttikin til ein bruttohóp hjá Brian Kerr. Sjey ár frammanundan hevði hann spælt fimm minuttir á A-landsliðnum.

Árið er 2009. Palli Augustinussen er júst fluttur aftur til Vágs úr Danmark, har hann hevur lisið, og hann spælir við FC Suðuroy í næstbestu deildini. Hann tekur ikki fótbóltin í so stórum álvara sum fyrr, og tí fara hann og konan eina ferð til Mallorca í mai mánaði. Meðan tey bæði sóla sær undir sponsku sólini, koma boðini um, at nýggi landsliðsvenjarin, karismatiski írin, Brian Kerr, hevði úttikið vágbingin til undankappingardystin móti Serbia.

– Tað tók meg á bóli, og eg var heldur ikki nóg væl fyri til at vera á landsliðnum tá, flennir Palli.

– Eg hevði ikki so frægt sum tíð at fara suður til Vágs, tá vit komu aftur til Føroyar, men mátti fara beinleiðis til venjing. Eg møtti so upp sólbrendur, sum vera man, og venjarin spurdi, hvar fanin eg hevði verið. Eg mátti bara siga, sum var.

Palli kom ikki í dystarhópin ta ferðina, og mátti síggja dystin av áskoðaraplássunum. Árið eftir varð hann innkallaður til bruttohópin, men varð sáldaður frá, og sum frá leið var landsliðið ein farin kapittul fyri ágrýtna spælaran úr Vági.

– Orsøkin til at eg ongantíð beit meg fastan var, at eg helst ikki var nóg góður. Tað er somikið einfalt, staðfestir Palli.

Landsliðskapittulin var byrjaður sjey ár frammanundan. VB vann føroyameistaraheitið í 2000, og bert 19 ára gamli Palli hevði spælt við í 17 av 18 dystum. Næstu árini stóð hann seg støðugt væl, og tá Føroyar skuldu á venjingarlegu á Kypros tíðliga í 2002, var vágbingurin við í hópinum.

– Eg var júst liðugur við studentaskúlan, og arbeiddi á laksavirkinum í Vági. Vit høvdu arbeitt allan dagin, og við eitt kom stjórin inn á kaffistovuna og segði mær, at tað stóð á onkrari heimasíðu, at eg var tikin út, minnist Palli.

– Tað var ikki hvør sum helst. Stjórin var Egill Steintórsson, ið var komin til Føroya úr Íslandi at spæla fótbólt, og var venjari, tá TB vann FM í 1987. Eg stóð har saman við nøkrum arbeiðsfeløgum – onkur av teimum spældi eisini fótbólt – so tað var ótrúliga stuttligt.

Fyrsti og einasti dysturin hjá Palla kom á venjingarleguni á Kypros, har eisini Klæmint Matras og Hjalgrím Elttør fingu sínar fyrstu dystir.

– Uni Arge skeyt okkum framum tíðliga móti Liktinstein, og eg kom inn fyri hann í 85. minutti, tá tað bert snúði seg um at verja leiðsluna. Í roynd og veru hendi lítið og einki, ta løtuni eg var inni, og hon var eisini nokkso stutt, sigur Palli við einum smíli.

VB viknaði so líðandi, og Palli var ikki við á landsliðnum næstu árini, áðrenn hann flutti til Danmarkar eftir kappingarárið 2004. Afturkomin fýra ár seinni, var tað mest takkað verið Kerr, at vágbingurin fekk sín svanasong.

 

---

 

Um Jónas Tór Næs kemur á vøllin í kvøld, tá Føroyar taka ímóti Sveis á Tórsvølli, fær støðugi bakkurin sín dyst nummar 50 við Merkinum á bringuni, og verður samstundis bert tólvti spælarin í føroysku landsliðssøguni, ið røkkur hesum dystartalinum. Tað eru hesir, ið vit oftast hoyra um og minnast. Spælarar sum Fróði Benjaminsen og Óli Jóhannesen, sum ferð eftir ferð hava bjóðað teimum stóru av.
Tað finnast kortini aðrir. Teir eru ikki so fáir, ið bert fingu ein dyst fyri Føroyar, og hvurvu aftur úr landsliðssøguni líka skjótt sum teir komu. Teirra søgur eru eisini verdar at fortelja, tí tær eru bæði áhugaverdar og stuttligar. Vit hava hitt nakrar av teimum.

placeholder

Meira langlesnaður