Usain Bolt er enn heimsins skjótasti

2016-08-15 08:21 Author image
Dimma

Sum tann einasti hevur Usain Bolt vunnið 100 metrar renning á trimum olympisku leikum á rað. Tað ger hann til tann størsta sprintaran til allar tíðir.

Í nátt vann Usain Bolt finaluna á hundrað metrum við tíðini 9,81 sekund. Silvur fekk Justin Gatlin úr USA við tíðini 9,89 sekund, og Andre De Grasse úr Kanada vann bronsuna við tíðini 9,89.

Usain Bolt kemur trygt í mál sum tann fremsti. Mynd: EPA

placeholder

Meira langlesnaður