Bløðini kenna seg svikin

2017-02-26 21:21 Author image
Dimma

Føroysku bløðini kenna seg svikin, nú almenna felagið Posta hækkar prísin á útbering av dagbløðum 1. mars. Talan er um munandi hækkingar, sum fara at merkjast tungt hjá dagbløðunum.

Hóast Føroyar sum einasta land í Norðurevropa ongantíð hevur viljað stuðlað blaðútgávu, so lá prísurin á blaðútbering á einum rímuligum støði, tá Postverk Føroya var ein alemnnur stovnur – ein siðvenja, sum stavaði frá gamla danska postverkinum.

Postverk Føroya er nú søga. Landið hevur stovnað eitt partafelag, sum á handilsligum grundarlag skal reka tænastustovnin Posta.

Fyri bløðini merkist »tænastan« frá Posta meira sum kapping, eitt nú við bíligari útbreiðslu av reklamubløðum – og við tað, at Posta hevur sett á stovn ein reklamuportal við reklamubløðum – og nú við eini tungari príshækkan til bløðini.

Tá Postverkið um aldarskiftið gavst við at bera bløðini út leygardag, vórðu Dimmalætting og Sosialurin noydd at stovna sítt egna útberingarfelag. Tað endaði við, at hetta útberingarfelag fór í beinleiðis kapping við Posta. Men seinni varð avtala gjørd við Posta um, at Posta yvirtók hetta felagið, og lovaði Posta tá Dimmalætting og Sosialinum, at hetta skuldi vera ein góð avtala fyri bløðini.

Støðuna hjá bløðunum í dag kenna øll. Og við avgerðini hjá Posta um munandi príshækkingar, sum liggja úr einum triðinigini og upp um tveir triðingar, leggur Posta stein oman á byrðu.

Landið eigur Posta, og landið arbeiðir nú við eini stuðulsskipan til føroysku fjølmiðlarnar. Fyri bløðini merkir tað longu nú, at møguligur ein miðlstuðul verður borin beint aftur í kassan hjá Posta.

Ynskja vit føroyskt framleidd bløð, so er hetta ikki vegurin fram. Eitt er, at landið ikki vil stuðla. Men at landið skal kappast við bløðini og leggja stein oman á byrðu hjá bløðunum, tað er okkum ovboðið!

Tað undrar okkum, at eingin politikari vaknar. Tvørturímóti yppa teir bara øksl – tí eingin teirra vil nerta Posta. Á onkran hátt tykist tað, sum almenn partafeløg fyri politikarar eru heilagar kýr, sum skulu liva sítt egna lív.

Føroya Blaðútgevarafelag heitir tí á Poul Michelsen um at taka málið upp beinanvegin, tí tað kann ikki vera rætt, at ein stovnur, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum varðar av, soleiðis leggur stein oman á byrðu hjá føroysku bløðunum, meðan mentamálaráðfrúan arbeiðir við eini skipan, sum stuðlar føroyskum fjølmiðlum. Tað tykist, sum høgra hond í landsstýrinum ikki veit, hvat vinstra ger.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður