Útbyggingin av LS: Tríggir nýggir sáttmálar

Útbyggingin av LS: Tríggir nýggir sáttmálar

2017-06-23 16:05 Author image
Leif Láadal

Hósdagin undirskrivaði Landsverk sáttmálar við tríggjar føroyskar arbeiðstakarar í sambandi við útbygging av Landssjúkrahúsinum. Tað verður Demich, sum fer at gera HVS-arbeiðið, EL.FO fer at standa fyri elarbeiðinum, meðan Húsavarðatænastan fer at standa fyri innandura arbeiðstøkuni, upplýsir Landsverk.

Frammanundan er sáttmáli gjørdur við Grettir um spreinging og planering, meðan MT-Højgaard Føroyar skal gera sjálvt ráhúsið og inniloka bygningin.
Heildarráðgevari er Faerport II, sum er eitt samtak millum SNA, Árni Winther Arkitektar, SMJ og LBF.


Lesið meira á heimasíðuni hjá Landsverki

placeholder

Meira langlesnaður