Útfluttu fyri 7,2 mia. fyrstu 10 mánaðirnar í ár

Mynd: Visualhunt

Útfluttu fyri 7,2 mia. fyrstu 10 mánaðirnar í ár

2017-12-15 13:59 Author image
Leif Láadal

Útflutningurin var samanlagt 7,2 mia. kr. frá januar til oktobur í ár. Tað eru 785 mió. kr. meira enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 10%. Av hesum var fiskavøruútflutningurin einsamallur 7,0 mia. kr., ið er 785 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 13%.

Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu síni.

Í sama tíðarskeiði var innflutningurin 6,0 mia. kr., ið er 679 mió. kr. ella 13% meir enn í fjør. Uttan skip og flogfør var innflutningurin 5,6 mia. kr. ið er 497 mió. kr. ella 10% meir enn í fjør.

 

placeholder

Meira langlesnaður