Útlendingar læra føroyskt

2016-08-20 08:35 Author image
Dimma

Í hesum døgum er eitt altjóða summarskeið á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum fyri útlendingar. Tvey slík skeið eru í summar, eitt fyri norðurlendingar og eitt altjóðaskeið, og í tíðarskeiðnum frá 8. august til 27. august er altso eitt altjóða summarskeið í føroyskum.

Studentarnir koma úr ymiskum londum sum USA, Kina, Týsklandi, Skotlandi, Danmark, Sveis og øðrum londum. Fyriskipari er Hjalmar P. Petersen, og hevur Altjóða Skrivstovan hjálpt til við umsóknunum og upplýsingum um skeiðið. Lena Reinert er eisini knýtt at skeiðinum sum hjálpari.

Tað eru 34 studentar á skeiðnum, og tey eru í tveimum flokkum. Í fyrra flokki eru byrjarar, og hin er ein framhaldsflokkur. Marjun A. Simonsen undirvísir fyrra flokki. Sandra Saxov undirvísir í øðrum flokki, og hevur hon Ragnar Sigrunarson aftur at sær tvær tær fyrru vikurnar av trimum, sum skeiðið varar.

Umframt at hava undirvísing í føroyskum, eru fyrilestrar um føroyskt mál, bókmentir, føroyska søgu, føroyskan mat og um tónleik. Aftur at hesum fara tey útferð og vitja á Listasavninum. Næsta skeið av hesum slagnum verður í 2018.

placeholder

Meira langlesnaður