Útlendsk arbeiðsmegi: Fakfelag leggur vinnu undir trælahald

Útlendsk arbeiðsmegi: Fakfelag leggur vinnu undir trælahald

2017-11-18 09:26 Author image
Georg L. Petersen

Havnar Handverkarafelag rópar aftur varskó, og leggur fyritøkur, sum leiga útlendska arbeiðsmegi inn, undir modernað trælahald. Samstundis verður talið av lærlingum hildið niðri, tí pláss er ikki fyri teimum

– Fólk verða innleigaði til ávís arbeiði, og fáa síðan fótin í afturpartin, tá tað ikki er brúk fyri teimum meira. Hervið er ikki sagt, at fyritøkan brýtur nakra lóg, men skipanin hesar fyritøkur brúka at fáa arbeiðsmegina inn uppá, er ómoralsk, mannminkandi og kann kallast modernað trælahald.

Tað sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverakarafelag, sum ikki leggur fingrarnar ímillum.

– Vit hava onga trygd fyri, at hesir persónar fáa ta løn teir eiga, tí tað er fyritøkan í heimlandinum, sum rindar teimum lønina, og tað er í fleiri førum komið fram, at teir fáa millum 40 og 50 krónur um tíman. Restina stingur millummaðurin í sín lumma, sigur Eli Brimsvík.

– Og tað er undarligt, at tað bara er innan fiskivinnuna, at tað kann ásetast, at manningar skulu lønast sambært føroyskum sáttmálum og eftir føroyskum setanartreytum annars, sigur Eli Brimsvík.

LESIÐ MEIRA HER

Meira langlesnaður