Útnorðurráðið ársfund í Qaqortoq

2016-08-20 21:00 Author image
Dimma

Lars-Emil Johansen, formaður í Útnorðurráðnum, fer at seta ársfundin. Á skránni er orðaskifti um gongdina í Arktis, fiskiskapur, støðan hjá kvinnunum, ferðamannavinna og ferðsla, umhvørvi og veðurlag.

Síðsta fundardagin viðtekur Útnorðurráðið tilráðingar, ið síðani verða lagdar fyri tjóðartingini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Undan ársins ráðstevnum eru innkomin tvey uppskot til tilráðingar. Annað er uppskot at seta á stovn Útnorður eftirskúlar, til tess at tryggja, at ungdómurin fær kunnleika um londini í útnorðuri. Hitt uppskotið er, at haldast skal felags ráðstevna um felags geopolitiska veruleikan, vit eru stødd í ídag.

Á evnisráðstevnuni, ið varð hildin í Grindavík á Íslandi í januar 2016, hevði Útnorðurráðið eykaaðalfund. Ein áheitan kom burturúr fundinum: Útnorðurráðið bað stjórnirnar stuðla ráðsins umsøkn at fáa eygleiðarastøðu í Norðurlandaráðnum.

Tilsamans luttaka 30 fólk á ráðstevnuni í Suðurgrønlandi. Umframt limirnar í Útnorðurráðnum, luttaka umboð fyri Stórtingið, Norðurlandaráðið, Artic Circle, Nora og Útnorðurgrunnin.

 

Mentanartiltak

Tá evnisráðstevnan var í Grindavík í fjør, varð mentanarkvøld fyri fyrstu ferð á skránni. Og somikið væleydnað var tiltakið, at tátturin verður tikin uppaftur í Qaqortoq. Tiltakið verður sunnudagin klokkan 19:00 í bygdarhúsinum á staðnum, og qaqortoq-búgvum er frítt at luttaka.

 - Ynskiligt er at hitta íbúgvarnar á staðnum, og at læra meira um mentanina hjá hvørjum øðrum, sigur Inga Dóra Markussen, aðalskrivari í Útnorðurráðnum.

Skráin fyri mentanartiltakið er forkunnug – røður, sangur, dansur, og ikki minst: Matur frá øllum limalondum.


Burðardygg menning

Tá vanliga ráðstevnan er liðug 23. august, verður felagsráðstevna í samstarvi við Norðurlandaráðið 24. august. Ráðstevnan ber heitið “Burðardygg økismenning í Arktis”.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður