Útnorðurráðið stuðlar ætlan um ráðstevnu um geopolitikk

2016-08-23 07:20 Author image
Dimma

Undirtøka var fyri, at Útnorðurráðið mælir Føroya Landstýri, Grønlendska Naalakkersuisut og Stjórn Íslands til at skipa fyri ráðstevnu við kjaki um støði Útnorðurs í nýggja geopolitiska veruleikanum.

Eftir kalda kríggið vóru tey trý londini í útnorðuri at rokna sum “útoyggj”, men seinnu árini er vend komin í politiska rákið, og enn einaferð er spenningur millum eystur og vestur.

-Serliga tvídrátturin millum Russland og NATO sær út til at verða atvold til, at londini í útnorðuri aftur enda á geopolitiska leikpallinum, men eisini flóttafólkastreymurin og kinesiski áhugin í londunum í útnorðuri eiga sín part í, at Útnorður, geopolitiskt, gerst ein miðdepil, stendur at lesa í grundgevingini.

Tað er ikki óhugsandi, at NATO aftur fer at útbyggja herstøðirnar í Norðuratlantshavi.

- Onki av teimum trimum londunum í útnorðuri hava hernaðarflota, øll trý eru limir í NATO, og øll trý liggja landafrøðiliga tætt. Tískil kann væl hugsast, at leiklutur landanna verður líkur í framtíðar tvídráttum, og ætlanin við geopolitisku ráðstevnuni er, at londini kunnu fyrireika seg til leiklutin á geopolitiska leikpallinum, stendur at lesa í grundgevingini fyri viðmælinum, ið føroyska sendinevndin hevur lagt fyri Útnorðurráðnum.

Harumframt samtykti Útnorðurráðið eisini viðmæli um, at landanna stjórnir  seta saman eina frágreiðing, um hvussu farast skal fram, at seta á stovn útnorðurlendskar eftirskúlar fyri ung í aldrinum 14-17 ár, í ávikavist Grønlandi, Føroyum og Íslandi.

- Útnorðurráðið heldur tað vera umráðandi, at settir verða skúlar á stovn, ið fara at gera sítt til, at ungdómurin í londunum í Útnorðuri vaksa upp, medvitin um lond og íbúgvar í Útnorðuri – og at tey ungu koma at kennast, tað veri seg á menniskjasligum, málsligum og mentanarligum øki, er partur av grundgevingini.

 

Tøkk til uttanríkisráðharrarnar

Umframt tilmæli, samtykkir Útnorðurráðið eisini yvirlýsingar. Á ársfundinum í Qaqartoq samtykti ráðið tvær yvirlýsingar:

Onnur var, at limirnir skulu heita á stjórnirnar at seta í verk kanningar av, hvussu áfatt er við mikroplast-innihaldi í havsins livandi tilfeingi, og hvussu dálkað Norðuratlantshavið er av plasti.

Hin yvirlýsingin er tøkk til uttanríkisráharrarnir í Útnorði fyri at seta niður ein arbeiðsbólk, ið skal gera uppskot til eina samstarvsavtalu millum tey trý londini. Yvirlýsingin er millum annað framhald av, at tingið í Grønlandi Inatsisartut, íslendska Altingið og Føroya Løgting hava samtykt tilmæli nr. 1/2015 frá Útnorðurráðnum, sum m.a. snýr seg um at seta niður ein arbeiðsbólk, ið skal greina og vísa á fyrimunir við eini felags fríhandilsavtalu og við at stovnseta eitt handilsráð fyri Útnorður. 

Ráðið sigur: Útnorðurráðið hevur í áravís havt ynski um tættari samstarv landanna millum, og tí er samstarvssemjan kærkomin. Vit takka uttanríkisráðharrunum fyri framtakssemi. Vit mæla uttanríkisráðharrunum til, at árligu fundir teirra verða avgreiddir í sambandi við ársfundir Útnorðurráðsins.

 

Nýggjur formaður

Nýggjur formansskapur verður valdur á hvørjum ársfundi hjá Útnorðurráðnum. Lars Emil Johansen takkaði fyri seg í formanssessinum, og í hansara stað varð Unnur Brá Konradsdóttir vald.

Kári P. Højgaard er valdur nýggjur varaformaður; han hevur seinasta árið verið annar varaformaður. Lars Emil Johansen er framvegis partur av formansskapinum, hann er annar varaformaður.

- Londini í Útnorðuri mugu í størri mun draga somu línu, í sambandi við arbeiðið at tryggja okkum pláss og part í Arktis. Við samstarvi ber til at tryggja felags áhugamál og ávirkan í Arktis. Einsamøll eru vit lítlar tjóðir, men í felag eru vi ein sterk región, sigur Unnur Brå Konráðsdóttir.

Nýggi formaðurin fær hjálp og stuðul frá ráðnum, ið hevur gjørt av at seta niður nevnd til høvið. Nevndin verður mannað av limum úr sendinevndum landanna í Útnorðurráðnum.

Arbeiðssetningurin er greiður: Nevndin skal vera hugskots- og ráðgevi hjá formansskapinum, og hon skal nágreina evni, ið ávirka, tá ráðið luttekur í kjaki um Arktis. Harumframt skal nevndin tryggja, at Arktis gerst greiður partur av politiska landslagnum í teimum trimum limalondunum.

Bjørt Samuelsen, Føroyar, Páll Jóhan Pálsson, Ísland og Muté Bourup Egede, Grønland, eru vald í fyrstu ad hoc nevndina.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður