UTTAN STRONGD

UTTAN STRONGD

2017-11-15 16:12 Author image
Innsent

Hvussu ansa vit best eftir hvørjum øðrum og okkum sjálvum á arbeiðsplássinum?

Fríggjakvøldið 17. november kl. 19.30 skipar Magistarafelag Føroyar fyri almennum tiltaki um strongd. Tiltakið verður í Reinsarínum í Tórsgøtu 3.

Strongd er ein fólkasjúka, ið fleiri og fleiri av okkum verða rakt av. Ein fólkasjúka, ið bæði hevur stórar menniskjaligar og fíggjarligar kostnaðir fyri okkum sum samfelag.

Kanning hjá Starvsmannafelagnum frá 2014 vísti, at annar hvør limur hevði kent seg strongdan undanfarnu árini. Umleið 20 prosent høvdu verið hjá lækna við strongd, og umleið 10 prosent høvdu verið sjúkrameldað vegna strongd. Aðrar kanningar vísa, at støðan er lík hjá øðrum fakbólkum, og at henda mynd viðvíkjandi strongd er afturvendandi á øllum arbeiðsmarknaðinum.

Um vit samanlíkna hesi tøl við kanningar úr Danmark sigur ein meting, at strong hvørt ár kostar føroyska samfelagnum 140 mió. kr. í sjúkrafráveru, mistum arbeiðsføri og útreiðslum í heilsuverkinum – og at hvørt ár doyggja fleiri føroyingar sum avleiðing av strongd.

Ábendingar eru um, at trupulleikarnir við strongd eru størri á tí almenna arbeiðsmarknaðinum enn hjá tí privata. Í 2016 bleiv arbeiðsumhvørvislógin víðkað til eisini at fevna um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Tó eru ongin miðvís og munadygg átøk frá almennari síðu, ið skulu fyribyrgja og basa strongd. Almenni starvsfólkapolitikkurin hjá Føroya landsstýri er sjón fyri søgn fyri at miðvís átøk mangla. Tí í starvsfólkapolitikkinum verður strongd ikki nevnt við einum einasta orði.

Við tiltakinum vil Magistarafelagið varpa ljós á, hvussu vit kunnu fyribyrgja og basa strongd á arbeiðsmarknaðinum. Endamálið við tiltakinum er at kortleggja og meta um hugskot, ið veruliga kunna gera ein mun. Kvøldið endar við, at luttakarar og áhoyrarar atkvøða um, hvørji tiltøk eru bestu at fyribyrgja strongd framyvir.

Skrá fyri tiltaki

19.30–20.10 Tvær framløgur frá serfrøðingum

Yun Ladegaard, sálarfrøðingur á Københavns Universitet – granskar og undirvísir í viðgerð av strongd og strongd á arbeiðsplássum. Harumframt granskar hon í, hvat fer fram á arbeiðsplássinum og í donsku arbeiðsskaða skipanini, tá ið eitt starvsfólk gerst sjúkt orsaka av arbeiðinum.

Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Ph.d. arbeiðir m.a. við viðgerð og ráðgevur fyritøkum og stovnum um, hvussu starvsfólk sum hava upplivað tilburð við strongd kunnu koma aftur til arbeiðis á bestan hátt.

20.20–21.00 Rundborðskjak og atkvøða: Hvussu fyribyrgja vit best strongd?

Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur, er orðstýrari í kjaki. Gestir eru Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, og Beinta Wilhelm Fossabrúgv, ráðgevi og fyrrverandi HR-stjóri í Føroya Tele.

Høvuðsspurningarnir eru: Ansa vit gott nokk eftir hvørjum øðrum á arbeiðsplássunum? Og hvørji tiltøk kunnu gera størsta munin at fyribyrgja strongd?

Hugskot til tiltøk, sum koma fram gjøgnum kvøldið, verða skrivaði niður. Vit enda við eini atkvøðu um, hvørji tiltøk eru tey bestu og munadyggastu at fyribyrgja strongd.

Tiltakið er ókeypis og øll er vælkomin.

Magistarafelag Føroya

placeholder

Meira langlesnaður