Føroyar gera sítt egna upprit

2016-05-06 00:00 Author image
Dimma

Aftast í frágreiðingini hjá Peter Taksøe-Jensen sæst eitt yvirlit yvir, hvønn Peter Taksøe-Jensen og arbeiðsbólkurin hjá honum hevur tosað við. Har stendur, at bólkurin hevur havt fund við uttanlandsnevndina hjá grønlendska landstinginum.

Eisini hevur arbeiðsbólkurin skipað fyri einum tiltaki um evnið í mentanarhúsinum í Nuuk. Men einki sæst til, at umboð fyri føroyskar politikarar ella aðrir føroyingar eru blivnir spurdir um at geva sína meining til kennar.

- Vit bjóðaðu landsstýrinum at vera við, men tey tóku ikki av. Vit spurdu uppaftur, um teir vóru heilt vísir í hesum, og svarið var tað sama, sigur Peter Taksøe-Jensen.

 

Grundarlagið ikki í lagi

Í september mánaði í fjør fór Peter Taksøe-Jensen í gongd við frágreiðingina. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, upplýsir, at Føroyar fingu innbjóðingina ein mánað seinni.

- Í táverandi støðu hevði eg ikki nakað grundarlag at fara í eitt kjak um Arktis, uttan so, at vit høvdu gjørt okkara egnu fatan galdandi um, hvat vit meina um Arktis, og hvussu vit síggja støðuna saman við Grønlandi, sigur Poul Michelsen.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann helt tað var rætt ikki at fara við í ein slíkan arbeiðsbólk.

- Eg dugdi ikki at síggja, at tað gav nakra meining at fara inn í eina tilgongd og kanska dálka sær fingrarnar av einari støðu, sum danir hava og vit møguligvís ikki hava, sigur Poul Michelsen.

 

Uttanríkisráðið ger egið upprit

Poul Michelsen sigur, at uttanríkisráðið er farið í gongd við at gera sítt egna upprit um, hvør politikkurin hjá Føroyum í arktiskum høpi skal vera. Uppritið verður lagt fyri landsstýrið, tá tað er liðugt.

Poul Michelsen er sannførdur um, at tað var rætt ikki at vera við í frágreiðingini hjá Peter Taksøe-Jensen, tí Føroyar fáa onga ávirkan á frágreiðingina kortini.

- Nú gera vit okkara egnu frágreiðing og hon kann samansjóðast við frágreiðingina hjá Peter Taksøe-Jensen, tá tað einaferð kemur hartil, sigur Poul Michelsen.

Peter Taksøe-Jensen sigur, at tað sjálvandi er upp til føroyingar at gera av, um teir vildu vera við. Hóast føroyingar ikki vóru við, so blivu Føroyar kortini tiknar við í frágreiðingina.

- Men tað er eingin ivi um, at Føroyar mistu ein møguleika at geva sína meining til kennar, sigur Peter Taksøe-Jensen.


Áttu at verið við

Magni Arge, fólkatingslimur og limur í arktiska arbeiðsbólkinum í fólkatinginum, er samdur við nógvum sjónarmiðum hjá Poul Michelsen. Men hann heldur kortini, at Føroyar áttu at brúkt møguleikan at verið við.

- Ein eigur at brúka høvið at greiða frá sínum sjónarmiðum, og tað er ein fyrimunur at vera við frá byrjan, um ein fer í ein dialog um uttanríkispolitikk, sigur Magni Arge.

Poul Michelsen heldur, at Føroyar hava sjálvar ábyrgdina av uttanríkispolitikkinum. Til tíðir er hann í tráð við danskan uttanríkispolitikk og aðrar tíðir ikki.

- Vit verða spurdir um at luttaka í Arktis, sum ein partur av eini frágreiðing. Vit eru ikki spurdir at orða ein danskan uttanríkispolitikk. Tað í sær sjálvum avmarkar øgiliga nógv tað, sum vit hava áhuga í. Vit hava áhuga í at gera okkara egnu fatan av uttanríkispolitikki, og vit hava hug at gera okkara egnu fatan av einum arktiskum politikki. Tað kunnu vit ikki gera ein mánað eftir valið, sigur Poul Michelsen.

Poul Michelsen sigur, at høvdu betri stundir verið, so kundi landsstýrið givið eina greiða støðu. Men tað var ikki møguligt í hesum førinum. Landsstýrismaðurin heldur tað eisini vera lítið sømuligt at bert skula luttaka eftir teimum treytum, sum danir settu.

- Eg haldi, at vit, líka væl sum danir, eiga at hava eina meininig um uttanríkispolitikk. Tí tey somu áhugamálini, sum teir hava, hava vit neyvan. Ein embætisbólkur situr við arbeiðnum, og eg haldi ikki, at vit, eftir at ein sambandsstjórn hevur sitið, vóru klárir við einum ískoyti til eina danska frágreiðing so skjótt.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður