Uttanríkisviðurskifti og matvørupolitikkur á skrá

Uttanríkisviðurskifti og matvørupolitikkur á skrá

2017-08-21 07:21 Author image
Innsent

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, er í hesu vikuni á arbeiðsferð í Keypmannahavn, upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Seinnapartin mánadagin hittir Poul Michelsen danska uttanríkisráðharran Anders Samuelsen. Teir fara millum annað at umrøða uttanríkispolitisku lógina, norðurlandamál og Brexit.

Mánakvøldið verður sendistovan á Norðuratlantsbryggjuni karmur um eina móttøku fyri teimum knapt 100 sendifólkunum, sum virka kring heimin, men eru savnað í Keypmannahavn næstu vikuna. Føroyar og Grønland skipa í felag fyri móttøkuni.

Á tiltakinum leggja umboð fyri Hagstovuna og Vinnuhúsið fram um Føroyar, umframt at landstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, sum verður vertur, greiðir frá politisku viðurskiftunum í Føroyum.

Mikudagin hevur japanski varaumhvørvismálaráðharrin Tadahiko Ito boðið Poul Michelsen á fund. Ráðharrin hevur fyrr vitjað í Føroyum, tá sum tinglimur. Á fundinum fara teir at umrøða ráðstevnuna World Food Summit, ið báðir skulu taka lut á hósdagin. Eisini framtíðar samstarv og handilssamband millum Japan og Føroyar er á skrá fyri fundin.

Hósdagin og fríggjadagin verður Poul Michelsen við á stóru altjóða mattoppfundinum World Food Summit. Landsstýrismaðurin skal á pallborðsfundi umrøða týdningin av og møguleikarnar fyri fjølbroytni í mati, millum annað við støði í serføroyska siðbundna ræsta.

Hóskvøldið skal Poul Michelsen handað eina av norðurlendsku Embla matvirðislønunum, ið verða latnar á Ráðhúsinum í Keypmannahavn. Føroyingar eru tilnevndir til fleiri virðislønir.

placeholder

Meira langlesnaður