Vápnahvíldin sett í verk í Kolumbia

2016-08-29 11:19 Author image
Dimma

Í nátt byrjaði vápnahvíldin í Kolumbia millum størsta uppreistrarbólkin á vinstraveinginum, FARC, og stjórnina. Harvið endar ein tann longsti uppreistrarbardagin í nýggjari tíð

Friðaravtalan varð sett í verk frá á midnátt, klokkan 5 í morgun okkara tíð, eftir at friðartingingar hava verið í fýra ár í Kuba millum umboð fyri FARC og kolumbisku stjórnina.

Partarnir hava barst í 52 ár, og endaliga avtalan verður undirskrivað um ein mánað, men partarnir hava sýnt vælvild við at framskunda eina vápnahvíld. Kolumbiska fólkið skal taka støðu til avtaluna á fólkaatkvøðu.

Tað var leiðarin hjá FARC, Rodrico Londono – eisini kendur sum Timoleon Jimenez ella Timochenko – sum gav boðini at steðga við at skjóta.

- Ongantíð aftur skulu foreldur grava teirra synir ella døtur, sum eru dripin í krígnum, segði hann.

Kolumbiski forsetin, Juan Manuel Santos, undirskrivaði avtalu herfyri, sum skal steðga hernaðarligum atsókum móti FARC-deildum, eisini frá í nátt.

- Ein av teimum mest pínufullu kapitlunum hjá okkara landi endar nú, sigur hann og kallar vápnahvíldina eitt søguligt stig.

Eini 260.000 fólk eru dripin í krígnum. Fleiri enn fimm milliónir eru rikin heimanífrá ella burturbeind. Fleiri enn sjey milliónir fólk eru skrásett at hava fingið harðliga viðferð.

1964: FARC verður stovnað sum ein vápnað undirdeild hjá kommunistaflokkinum
2002: FARC er í hæddini við 20.000 hermonnum, ið hava tamarhaldið á triðinginum av landinum
2008: Ringasta árið hjá FARC, sum tapir fleiri stríð
2012: Friðartingingar byrja í Havana
2016: Friðaravtala undirskrivað

(Kelda: BBC)

placeholder

Meira langlesnaður