V4 fer nú í søguna

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

V4 fer nú í søguna

2017-09-01 18:16 Author image
Leif Láadal

Útvarpið hjá Kringvarpinum boðaði í kvøld frá, at kenda eydnuspælið V4, sum útvarpið hevur skipað fyri í 48 ár, og sum millum annað var ein av høvuðsorsøkunum til, at tað bar til at byggja útvarpshúsið í Sortudýki, nú fer í søguna.

Orsøkin er tann, at tað ikki er so áhugavert longur at spæla V4. Eydnuspælið gav undirskot í fjør.

Avgerðin um at niðurleggja V4 hevur verið ávegis eina tíð, og nú er hon so tikin. Tann 6. okober verður drigið fyri seinastu ferð.

placeholder

Meira langlesnaður