Vága Floghavn trífaldað avlop

2016-05-11 15:18 Author image
Dimma

Vøksturin í talinum á ferðafólkum, ið ferðaðust um Vága Floghavn, sæst aftur í úrslitinum fyri roknskaparárið 2016. Fleiri enn 276.000 ferðafólk fóru og komu um flogvøllin í fjør, og tað svarar til ein vøkstur á 25.000 fólk samanborið við árið fyri.

Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn, sigur, at dentur hevur verið lagdur á ein sunnan og góðan rakstur.

- Felagið hevur lagt seg eftir at leggja eina varliga rakstrar- og íløguætlan, soleiðis at Vága Floghavn er væl brynjað til framtíðina. Raksturin er góður, og fyritøkan er væl fyri til at átaka sær seruppgávuna at knýta Føroyar enn nærri útheiminum, sigur Kitty May Ellefsen.

Sambært Vága Floghavn hevur útbyggingin av flogvøllinum havt sera gagnliga ávirkan á virksemið hjá Vága Floghavn, síðani fyrsta flogfarið í desember 2011 lendi á longda flogvøllinum.

Ikki einans hevur útbyggingin gjørt tað møguligt hjá størri flogførum at lenda í Vágum, eins og nýggjar leiðir eru mentar, ið røkka longur út í heim. Saman við nýggjum innflúgvingartólum hevur tað eisini bøtt munandi um regulusemi á flogvøllinum.

- Fyri at beta um umstøðurnar hjá teimum ferðandi verður í næstum farið undir at bøta um parkeringsøkið oman fyri farstøðina. Eisini fara vit at arbeiða við øðrum tillagingum inni í sjálvari farstøðini, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

Á aðalfundinum hjá Vága Floghavn varð øll nevndin afturvald og skipaði seg við Kitty May Ellefsen, sum nevndarforkvinnu. Hini í nevndini eru Evy Joensen, næstforkvinna, Jóhan í Niðristovu, Uni Danielsen, Sámal Birgir Johansen og Torstein á Steig, nevndarlimir.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður