Hví eitur tað Vaglið?

2016-05-26 09:58 Author image
Dimma

Vaglið er staðið, har fólk um allar Føroyar hittast á ólavsøku, og einaferð var Vaglið tann snúningsdepilin, sum býurin mól rundanum.

Í dag eru 150 ár liðin, síðan Tórshavn fekk býarstýri. Í hesum sambandi er grein í Dimmalætting hetta vikuskiftið, har Marjun Arge Simonsen sigur frá samrøðu við Onnu Cathrine Jacobsen (1902-1999) og Honnu Jacobsen (1906-1994), sum vuksu upp í Konradsbrekku í Havn.

Í greinini, sum er tann fyrsta av trimum, verður komið inn á nógv støð í Havnini.

Tær siga hesa søguna um Vaglið:

- Orsøkin til, at hetta staðið fekk navnið Vaglið, var tann, at her var eitt jarnverk fram við vegnum við kommunuskúlan (móti ánni) og eisini fram við brúgvunum, og her sótu teir ungu menninir ofta; teir “flugu upp” og settu seg á “vaglið”, og tí kom navnið Vaglið, siga tær.

Og hvar er Vaglið í grundini?

- Vaglið var upprunaliga økið frá tí ovari brúnni niðan til har, ið kioskin er nú. Men hetta navnið er reiðiliga ungt til tað; tað er so íkomið, eftir at hetta jarnverkið er komið. Sagt varð vanliga heimi á Vaglinum, men tað valdaðist eisini, hvar tú búði. Tá var einki Glade Hjørn, tá var bert ein vegur niðaneftir og eingi hús. Tey komu seinni.

 Meira kann lesast í Dimmalætting um vikuskiftið, har farið verður gjøgnum nógv støð og minni í býnum.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður