Syrgiligur dagur fyri føroyskan kappróður

2016-06-11 19:18 Author image
Dimma

- Hetta skal ikki koma fyri. Vit vóru á fyrireikingarfundi her mikukvøldið og fóru gjøgnum allar staklutir. Tá vístu vit eisini á nøkur viðurskifti, sum skuldu fáast upp á pláss. Líkt er til, at hetta ikki er gjørt. Fyrireikingarnar hava ikki verið nóg góðar, sigur Karlot Hergeirsson, kappingarleiðari í Róðrarsambandi Føroya í samrøðu við Kringvarp Føroya.

Kappróðurin í dag í Hvalvík var útsettur í fleiri tímar, og barnaróðurin avlýstur, tí einki var klárt, tá farast skuldi undir kappróðurin á Sundalagsstevnuni.

Og hetta hevur fingið Vagn Michelsen at tríva í hvassa pennin, og hann gevur fyrireikaraunum av grovfýlini.

- Eg keypi ikki grundgevingina, at nýggj fólk eru í Róðrarsambandinum, og nýggj fólk skipa fyri róðrinum í Hvalvík. Triðja hvørt ár er kappróður í Hvalvík, og letur man alt upp í hendurnar á nýggjum fólkum triðja hvørt ár, ja so hendir slíkt ferð eftir ferð. Tað átti eisini at verið eitt krav, at feløg skulu luttaka við fleiri manningum, um tey skulu skipa fyri FM-róðrum. Kappróðurin er bumbaður nógv ár aftur í tíðina við hendingini í dag, skrivar Vagnur Michelsen á Hvannrok.fo.

Lesið alla viðmerkingina HER

  

  

placeholder

Meira langlesnaður