Meira til eftirlit

2017-03-12 17:50 Author image
Dimma

- Við eini játtan upp á tíggju milliónir krónur afturat høvdu vit akkurát klárað at økt um eftirlitið á landi og á sjónum, so vit kundu havt eftirlit við, at fiskur ikki varð blakaður út ella umdoyptur við landing, segði Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, við Dimmalætting í fjør.

Og nú bendir alt á, at fiskidagaskipanin verður vrakað, og at vit ístaðin fáa eina kvotaskipan. Bara útróðrarflotin sleppur at arbeiða víðari við eini fiskidagaskipan.

Ein høvuðsmunur á eini fiskidagaskipan og eini kvotaskipan er, at vandin fyri útblaking í eini kvotaskipan er nógv størri. Har hevur tú kvotu fyri ávíst fiskaslag, sum helst eisini skal hava ávísa stødd – tí verður alt annað tveitt fyri borð. Við eini dagaskipan, sum nú er í gildi, ber til at fá góðan prís fyri hjáveiði eisini, og tí er einki endamál at tveita nakað fyri borð.

Í nýggju lógini verður forboð fyri at tveita nakað fyri borð, men viðkomandi skip verður tó ikki revsað meira enn so, at fiskurin verður seldur, og at peningurin endar hjá tí almenna ístaðin fyri hjá reiðarínum.

Hetta kann koyra undir tankan at blaka fisk útaftur. Skal nakað eftirlit havast við hesum, má eitt økt vaktarhald til.  Í løtuni er játtanin til vaktarhald og bjarging á sjónum avmarkað til, at bert eitt skip kann vera úti samstundis.

Á tíðindafundinum í Tinganesi í vikuni segði Høgni Hoydal, at ein sjálvsagdur partur av nýskipanini var, at játtanin til vaktarhald á bæði sjónum og á landi fór at verða økt.

Lesið meira um fiskivinnunýskipanina í blaðnum hetta vikuskiftið

  

  

placeholder

Meira langlesnaður