Løgting og/ella býráð: Latið veljararnar velja og vraka

2016-09-06 15:05 Author image
Sigmund Vang

Hvør skal gera av, hvør kann sita í Løgtinginum og hvør kann sita í kommunustýrunum kring landið?

Tann spurningurin hevur verið havdur á lofti í fleiri ár, og millum annað hevur uppskot verið frammi á Løgtingi, sum hevði til endamáls at avmarka rættin hjá borgarstjórum at sita í Løgtinginum eisini.

Uppskotið varð lagt fram í mars mánaði í fjør, men fall, og tí var eingin trupulleiki hjá hvørki Heðini Mortensen, Kristin Michelsen og Paula T. Petersen, sum allir tríggir eru borgarstjórar, at stilla upp.

Magnus Rasmussen var eisini borgarstjóri í Runavíkar kommunu, tá hann stillaði upp, men hann segði tann sessin frá sær, eftir at hann var valdur á ting.

Men nú kommunuvalið nærkast og fleiri tingfólk hava gjørt av at stilla upp, hevur málið tikið seg uppaftur, men nú snýr tað seg ikki bara um borgarstjórar. Nú snýr tað seg eisini um meinigar býráðslimir.


Bland kemur í

Annika Olsen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, var tann, sum legði uppskotið um at forða býráðslimum tingsess, og hon er enn líka sannførd um, at tað ikki er rætt at hava eitt slíkt dupultmandat.

Við Dimmalætting sigur hon, at tað eftir hennara tykki er óheppið, at ein triðingur av samgonguni stillar upp til kommunustýrisval, tí vandi er fyri interessusamanfalli.

- Hvussu skal t.d. ein býráðspolitikari fyrihalda seg í Løgtinginum, um tað viðger eitt uppskot um konjunkturjavnandi tiltøk, um uppskotið rakar kommununa, sum viðkomandi er partur av, spyr hon.

Sambært henni kann óneyðugur ivi stinga seg upp, hvørt man er løgtingspolitikari ella býráðspolitikari, og tað er ein óheppin støða.

- Har eru fleiri viðurskifti, sum eftir mínum tykki gera tað óheppið, at somu persónar sita bæði á Løgtingi og í býráðum kring landi, og tí haldi eg tað vera frægast at velja hesar dupultsessir frá, sigur Annika Olsen.

Hon vísir eisini á politisku rekrutteringina sum ein part av trupulleikanum.

- Við samanleggingum fáa vit færri kommunur og harvið eisini færri kommunalpolitikarar. Skulu vit so hava løgtingfólk sitandi í kommunustýrum eisini, so gongur tað út yvir rekrutteringina av nýggjum politikarum. Og so er tað vandin fyri, at politiska gjøgnumskygni hvørvur, um so er, at somu fólk ganga aftur báðu megin borðið, sigur hon.


Annita stillar upp

Ein av teimum seinastu at boða frá, at hon stillar upp til kommunuvalið í Havn, var Annita á Fríðriksmørk.

Spurd hví hon ger tað, og um hon ikki heldur talan vera um dupultleiklut, er hennara svar nei. Í øllum førum ikki, tá talan er um ein sess sum meinigur býráðspolitikari.

Hon er ikki ósamd við Anniku Olsen í, tað kann vera ein trupulleiki hjá borgarstjórum at røkja tvey so krevjandi størv, og tí hevði hon eisini mælt einum løgtingslimi til, um viðkomandi fekk t.d. borgarstjórasessin í Havn, at sagt tingsessin frá sær.

- Tann uppgávan er so stór, at tað er ivasamt, um man klárar at røkja tvey so krevjandi størv tá. Men tá talan er um vanligar býráðslimir, tá haldi eg ikki, at trupulleikin er so stórur, sigur hon.

Men hvat um tað nú vera uppskot í Løgtinginum, sum týðiliga ganga ímóti býráðspolitikkinum hjá tær?

- Vit mugu hava ta vón, at fólk eru so at sær komin, at tey duga at siga seg ógegnigan og lata varafólk sítt taka sæti á tingi tá, sigur Annita á Fríðriksmørk.


Lat veljaran gera av

Torkil V. Rasmussen er løgfrøðingur, og hevur verið aktivur í kjakinum um landsstýrisfólkini, sum sambært Stýriskipanarlógini eru tvungin til at lata sessin frá sær til fólk, sum í atkvøðum hava nógv verri mandat til at sita í Løgtinginum.

Har er hansara fatan, at stýrisskipanin ger teimum fólkavaldu órætt, tí tey sum koma á ting hava als ikki ta atkvøðutyngd – og tí eisini tað fólkavald – sum tey, sum eru endað í landsstýrinum.

  

Tá tað kemur til borgarstjórar og kommunalpolitikarar annars heldur Torkil V. Rasmussen, at vit skulu lata tað upp til veljararnar at gera av.

- Hvør skal gera av, hvørjar avmarkingarnar vera? Tað er ein demokratiskur rættur at stilla upp, og so er tað upp til veljaran at gera av, um tey vilja hava hetta ella hatta valevnið. Og velja tey ein løgtingslim í t.d. Tórshavnar Býráð, so er tað tað tey gera, sigur Torkil V. Rasmussen.

 

placeholder

Meira langlesnaður