Greining: Stríðið í TF kostaði stjóranum starvið

2016-06-18 15:20 Author image
Jógvan Samuelsen

Fyrstu ógvusligu broytingarnar eftir at valdsjavnvágin í TF-samtakinum er broytt, vórðu kunngjørdar í gjár.
Í tíðindaskrivi kunngjørdi Arni Brattaberg, sum er nýggjur nevndarformaður í samtakinum eftir Gunnar í Liða, at Regin Hammer, sum tók við sum stjóri - og forstjóri - í TF-samtakinum tá Gunnar í Liða fyrst segði upp og síðan gjørdist nevndarformaður, er sagdur úr starvi.

Orsøkin er, at nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna vil hava ein nýggjan stjóra, sum saman við nýggju nevndini skal leggja eina nýggja kós fyri felagið. 

Offraður
Og hóast nevndarformaðurin ikki vil siga tað ella nakað sum ber á tað borðið, er eingin ivi um, at tann sannroynd, at Regin Hammer varð peikaður út av júst fráfarna formanninum, hevur havt stóra ávirkan á avgerðina hjá nevndini í Ognarfelagnum at skifta stjóran út.

Í tíðindaskrivinum sigur formaðurin annars, at nevndin ynskir, at áherðsla verður løgd á tvørgangandi samstarv, bæði í felagnum og innan samtakið sum heilt, og hesum arbeiði skal nýggi stjórin standa fyri.

Kanska er tað ikki so løgið, at nýggja nevndin longu beinanvegin velur at skifta stjóran í Tryggingarfelagnum út. Hann var, sum sagt peikaður út av forstjóranum undan honum, og tað er ikki óhugsandi, at hetta er ein roynd at rudda upp í teimum sambondum, sum Gunnar í Liða hevði inn í felagið.

Tað í sjálvum sær kann vera eitt sindur niðursetandi fyri Regin Hammer, at hann verður offraður longu áðrenn hann slapp at vísa loyalitet móti nýggju nevndini, men soleiðis er lívið nú einaferð, tá tú ert stjóri í einum so stórum felagi. Tá valdsjavnvágin broytist, hevur tað ofta avleiðingar við sær.

Fráfaringartreytirnar hjá honum eru løn í tvey ár, og tað merkir at hann fær góðar fýra milliónir krónur við sær, nú hann fer.

Hvør tekur við
Tað sum er áhugavert nú er, hvør tekur við eftir Regin Hammer.

Kanska skal nevndin ikki leita so leingi, tí har er kanska eitt nokkso upplagt boð. Spurningurin er bara, um hann í heila tikið er áhugaður í starvinum, sum hann hevur havt fyrr.

Tann persónurin eitur Edvard Heen, sum í dag er stjóri fyri almannaverkinum.

Edvard Heen var fyri nøkrum árum síðan stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, og tá stóð hann fyri at venda keðiligu rakstrargongdini hjá felagnum, sum hevði havt hall av tryggingarrakstrinum í fleiri ár. Hann varð tó uppsagdur og fekk seinni starv sum stjóri í Almannaverkinum.
Fyrsti spurningurin er sjálvandi um Edvard Heen í heila tikið er áhugaður í stjórastarvinum, ella um hann situr væl, har hann situr í dag. Og hin spurningurin er, um nýggja nevndin vil hava hann.

Sambært formanninum, skal nýggjur stjóri "head-huntast" til felagið, tað arbeiðið er farið ígongd.

Hevur skapt frið
Um tað verður Heen, so kann nýggja nevndin í Ognarfelagn Tryggingartakaranna við egnum eygum staðfesta, at hann hevur megnað at skapa frið á einum øki, har ófriður hevur leikað leingi.

Tað hevur sjáldan verið so friðarligt um almannaverkið, sum tað er í løtuni, og kanska er tað ein annar eginleiki, sum Edvard Heen kann taka við sær, um hann verður valdur út av nýggju nevndini í Tryggingarfelagnum Føroyar.

Hvat hendir og ikki, ber ikki til at siga í verandi løtu, tí tað kann saktans vera, at nýggja nevndin longu hevur funnið onkran, sum hon vil fara eftir, og sum ikki stingur upp úr landslagnum.

Greitt er tó, at nýggja nevndin fór at hava broytingar við sær, og tann fyrsta er longu komin. Spurningurin er so bara, hvørjar aðrar broytingar kom, hvørjar tær vera og hvussu ógvusligar tær vera.

placeholder

Meira langlesnaður