Vánalig stýring køvdi Fiskaaling

Vánalig stýring køvdi Fiskaaling

Visiónir hava manglað, málini við virkseminum verið ógreið. Stuttskygt bókhaldarí hevur verið stýrisvølurin

2017-05-30 10:45 Author image
Georg L. Petersen

ORÐ: Heini Hátún og Klæmint Østerø

Kapping køvdi Fiskaaling verður sagt í grein herfyri, og tí verður framleiðsluvirksemið niðurlagt. Greinin grundgevur fyri, hví støðan er, sum hon er, og hví niðurlagingin nú fer fram. Greinin ber brá av trupulleikanum og ”mind settinum” við Fiskaaling. Visiónir hava manglað, málini við virkseminum verið ógreið. Stuttskygt bókhaldarí hevur verið stýrisvølurin heldur enn djúptøkin ætlanargerð.

Heldur er tað vánalig stýring, sum køvdi Fiskaaling og harvið framburðsmøguleikum í Føroyum.

Fiskaaling legði lunnar undir vinnuna, Fiskaaling var fyrimyndin í framburði, men er síðani vorðin eftirbátur og er nú endað í enn einari djúpari kreppu, uttan at eigarin – Løgtingið – visti av gongdini. Tíverri saknast visiónir um, hvussu man loysir avbjóðingina, og eisini hvussu man tryggjar føroysku alitjóðini strategiskar fyrimunir, sum tæna heildini, og sum peika langt fram í tíðina.

Var leiðslukervið í Fiskaaling sunt og vóru aðrar fortreytir til staðar í føroysku skipanini, kundi alitjóðin Føroyar, umframt at vera leiðandi innan sjógvaling, eisini verið leiðandi innan rognaframleiðslu

Grundgevingarnar vit nú hoyra um, hví framleiðslan verður niðurløgd, at tað ikki er lønsamt at framleiða, at vinnan ikki hevur viljað keypt frá Fiskaaling, at Føroyar ikki klára at kappast við onnur um kynsbótaarbeiði, v.m. halda ikki. Jú, Fiskaaling hevur havt tað trupult fíggjarliga, og okkurt má gerast nú. Men loysnirnar, vit nú síggja, eru ikki bygdar á eina neyva lýsing av trupulleikanum og á framskygdar visiónir um, hvat ber til í Føroyum, um rætt og heildarliga verður lagt til rættis.

Fokus verður flutt frá tí serstøðu og teim møguleikum, vit hava sum alitjóð at skapa framúrskarandi føroyskar loysnir, yvir á, hvussu man sum frægast sleppur undan einum fíggjarligum dilemma, sum er íkomið orsakað av einum dysfunktionellum leiðslukervi í Fiskaaling.

Var leiðslukervið í Fiskaaling sunt og vóru aðrar fortreytir til staðar í føroysku skipanini, kundi alitjóðin Føroyar, umframt at vera leiðandi innan sjógvaling, eisini verið leiðandi innan rognaframleiðslu, eins og Føroyar kundu verið ein fyrimynd innan rognkelsisframleiðslu, rognkelsisnýtslu og rognkelsisgransking.

Tað eru samanfallandi umstøður aftanfyri støðuna Fiskaaling er komið í
Umstøðurnar í og kring Fiskaaling eru avgerandi fyri tí støðu felagið nú er í. 

  • Sveiggj hava verið í alingini. Tvær djúpar kreppur hava verið. Tann seinasta kreppan saman við tí, at vinnan kann innflyta rogn, tók grundarlagið undan kynsbótaarbeiðinum, helt man. Kreppurnar hava í stóran mun stýrt Fiskaaling.
  • Kynsbótararbeiðið var føtt við einum innbygdum handikappi. Kynsbótararbeiðið, sum var, og karantenuframleiðslan, sum nú verður niðurløgd, bygdi á vánaligar fortreytir. Framleiðslukervið við Lívfiskastøð í Skopun, men strúking og rognaframleiðslu við Áir, merkti frá byrjan eina spjadda og tunga tilgongd við nógvum arbeiðskrevjandi og belastandi flutningi fyri fisk og fólk. Aðrastaðni er framleiðslugongdin samskipað og ”streymlinjað” sum heild – at tryggja góðsku og munadyggar arbeiðsgongdir.
  • Eftir seinastu kreppu hevur alivinnan sjálv hevur verið fyri rívandi menning og professionalisering og hevur yvirhálað Fiskaaling tekniskt. Vinnan hevur brúk fyri øðrum tænastum enn fyrr – vitan um aliumhvørvið, lúsateljing og annað.
  • Ein ógvusligur vøkstur og sentralisering er í vinnuni. Góða búskaparliga gongdin kávar yvir forðingar, sum eru fyri tvørgangandi menning millum fyritøkurnar og millum vinnuna sum heild og t.d. Fiskaaling. Potentiell føroysk strategisk menningarátøk kundu verið framd, sum bæði kundu tænt fyritøkunum og samfelagnum í longdini, og har Fiskaaling ella tað almenna kundi verið krumtappur í vitanartunga menningarpartinum, sum vinnan sjálv ikki hevur kjarnuførleikar til. Slík menning krevur vilja at standa saman um føroysk mál – vilja at samstarva við vitan og at finna felags fíggingarleistir, men samstarvsklimaið er ikki til tað í løtuni. Tí hevur Fiskaaling staðið veingjaskorið í menningarstøðum, t.d. tá umræður at tryggja føroyska rognkelsisframleiðslu og at gera munadygg átøk innan aling á opnum havi. Kapasiteturin hjá Fiskaaling hevur verið avmarkaður av vantandi fíggingarvilja frá vinnuni og semjum innanhýsis í vinnuni.
  • Politisku og fyrisitingarligu karmarnir hava ikki fylgt við menningini. Vinnan er ovurstór og tykist seta dagsskránna, meðan politiska skipanin fylgir aftaná. Fiskivinnan verður trávend, meðan alingin stórt sæð ”gongur frí”. Alistjórar mynda ”sannleikarnar” um aling. Gjøgnumskygnið er avmarkað og politiska skipanin tykist vera illa upplýst um viðurskiftini. Eingin sokallað almenn ”watch dog” funktión er tøk. Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyrisitur sjúkufyribyrgjandi lógarverk, reglugerðir og tilbúgving – men eingin yvirskipað viðgerð er um sjónarmið, sum vera løgd fram, um javnvágir, vandamál og gongdina annars.

Í hesum lendinum liggur almenna partafelagið Fiskaaling sum kastibløka. Eigarin (Løgtingið) veit ikki rættiliga, hvat Fiskaaling ger, og hvussu gongst, annað enn at hyggja at fíggjarúrslitum við ársenda. Fyritøkurnar ivast í, hvat tær vilja við Fiskaaling og fara ikki heilhjartaðar í samstarv, kanska tí at álitið á Fiskaaling er avmarkað, kanska tí at álitið á hvønn annan er avmarkað. Fiskaaling spratt á sinni úr Havstovuni við fremsta máli at skapa fortreytir í Føroyum. Nú er Fiskaaling vorðið til eitt ivamál, kanska ein forlongdur armur hjá vinnuni, umsitið av eini samansettari nevnd, sum liggur millum Vinnumálaráðið og Fiskaaling. Fiskaaling er í øllum førum í løtuni ikki ein nóg dyggur trygdarkarmur fyri samfelagsligu atlitini, sum Føroyar hava tørv á.

Sjálvur virkisbúnaðurin man vera høvuðsorsøkin til, at felagið misti kósina, og at felagið í longri tíð ikki hevur megnað at tillaga, at rætta upp, at fornýggja seg, so hvørt sum umstøðurnar eru broyttar.

Fiskaaling sum alment partafelag riggar ikki
Virkisbúnaðurin hevur í veruleikanum havt við sær dysfunktionalitet í ætlanargerðini og rakstrinum av Fiskaaling í longri  tíð – og tí er kreppustøða, og møguleikar eru mistir. Nakrir trupulleikar: 

  • Tað er ógreitt, hvat Fiskaaling er og ger, og hvat eigarin ynskir. Leikluturin hevur verið ymiskur gjøgnum tíðirnar og ringt er at fylgja við. Fiskaaling var pionerur í 1960- og 1970-árunum. Í 1980-árunum var hon einaframleiðari av smolti til vinnuna umframt matvøruframleiðari og fyrimynd. Frá endanum av 1980-unum og fram til ILA-kreppuna var Fiskaaling kynsbøtari. Eftir avgerð at niðurleggja kynsbótina í 2005 var tíðarskeið við niðurbræðing og iva um, hvat man vildi. Í 2009 var avgjørt, at felagið skuldi granska, veita tænastur og eisini leggja um til sokallaða karantenuframleiðslu, sum bygdi á norsk kynsbøtt rogn.
  • Einsæris fokus hevur verið á fíggjarstýring, á fíggjarúrslitini, serliga síðani kreppuna. Man hevur hugt minni at veruligu avrikunum og samfelagsgagnligu funktiónini hjá felagnum og hvørjir møguleikar, sum eru í Føroyum. Hetta smala leiðslufokus hevur í veruleikanum samstundis pínt lívið úr rognaframleiðsluni so líðandi. Man hevur ”spart eftir reyv”.
  • Ósamsvar hevur verið millum uppgávu og kapasitet síðani 2009. Strategiin frá 2009 var glæsilig, men framleiðslukervið var í veruleikanum heilt niðurslitið eftir fleiri ár uttan dagføringar. Sjódepilin í Nesvík, ein fyrrverandi kalva- og toskadepil, var ikki klárur til nýggjar avbjóðingar. Lívfiskastøðin í Skopun var vorðin ótíðarhóskandi, og rognaframleiðslukervið við Áir var niðurslitið, meðan farið var í gongd við nýggja genetikkin. Eingin dagføring var tá gjørd í fysiska kervinum, hóast átrokandi tørvur var. Eingin synkronisering av framleiðslumannagongdum við norska veruleikan var framd.
  • Tiptar kanalir hava verið í leiðslukervinum – millum partarnar Løgting, Vinnumálaráðið, nevndina, leiðsluna á Fiskaaling og starvsfólkið. Felagið hevur havt stórar trupulleikar leingi, uttan at almenni eigarin ánar um tað. Síðani 2009 hevur fokus verið á gransking, meðan trupulleikarnir í framleiðsluni ikki hava verið sjónligir á nevndarborðinum. Tá kreppa tók seg upp í 2015, kom fokus á framleiðsluna, men Løgtingið visti tó einki. Ávaringar hava verið í sambandi við løggildar góðskuskoðanir, uppskot um ábøtur løgd fram og eisini hevur spurningurin um føroyska fiskin verið reistur. Men skipanin reagerar ikki, fyrr enn ov seint er.

Aliføroyar hava mist møguleikar á bakkastokki
Tað gongur væl í vinnuni, útflutningurin setir met, Føroyar hava besta vøksturin og bestu prísirnar, og nógv gott er hent seinastu árini. Føroyar hava klárað seg væl, og marknaðarviðurskiftini hava verið framúr.

Samstundis hava Føroyar mist og missa á bakkastokki innan strategisk øki, sum kunnu hava stóran týdning í framtíðini, tá vitan og framtíðar vinnumøguleikar umræður. Vit lata onnur menna vitanina og gerast bundin at øðrum, og vit lata upp fyri vandamálum í innflutningi av tilfari.

Her mangla framskygdar ætlanir, vilji og samansjóðan í skipanini rundan um alingina. Kjarnan í hesum er vánaliga stýringin kring Fiskaaling, umframt tað at vinnan ikki stendur saman um føroysk áhugamál, sum í fyrstu atløgu ikki geva stórt avkast her og nú.

Kynsbótararbeiðið var uppgivið í kreppuni
Partarnir trúðu ikki upp á tað, tí vinnan var í kreppu og eftirspurningurin minkaði. Fiskaaling helt, at vinnan fór at keypa aðrastaðni frá, og hugsanin var, at kappingin uttanlands óansæð verður ov sterk, og tað fór at vera ov dýrt í longdini (spesialisering). Tað var ikki kappingin, men kreppan og ótti fyri kapping, sum avgjørdi hetta.

Góvu vit upp ov tíðliga, kann man spyrja? Ja, avgjørt. Føroyar vóru í fremru røð við 400 familjum sum genetiskum grundarlag. Til samanberingar byggir SalmoBreed stamman á 300 familjur.

Aðrir eygleiðarar (t.d. Global Gap skoðanin og Moody’s) hava undrast á, hví vitanartyngsti parturin í framleiðsluketuni ikki eru á føroyskum hondum. Her eru serligir møguleikar, og við visiónum kundu Føroyar verið heimsleiðandi innan laksagenetikk, halda hini. Her eru serligar umstøður í sjónum (javnur hiti, nátúrligt beiti, harðbalið), til ber at granska samanhang millum genetikk og úrslit á sjónum, tað er stutt at fara, fáar fyritøkur eru. Slíkar umstøður eru ikki aðrastaðni, og slík gransking verður heldur ikki framd av tí sama.

Góð, lønsom og munadygg kynsbót vildi kravt størri framleiðslunøgdir og útflutning. Lítil ivi man vera um, at vinnan aðrastaðni eisini hevði verið áhugað í føroyskum rognum, sum aftur kundi styrkt føroyska brandið og umdømið. Rognavinna í sær sjálvum er møguleiki í einari verð, har eftirspurningurin eftir laksi økist.

Er kynsbótaarbeiði ov dýrt og spesialiserað í mun til tað vit í Føroyum megna?

Einki er at ivast í, at kynbótararbeiðið krevur breitt samstarv millum føroyskar og útlendskar genetikarar, men við tíðini vildi ein stórur partur, um ikki alt, kunnað verið gjørt í Føroyum. Starvsstovur og førleikar eru ikki búnir til at loysa allar uppgávur at byrja við.

Við nýggjastu tøkni og GS (Genomisk Selektion) verður kynbótararbeiðið mett at kosta uml. 20-25 mió. árliga.

Kostnaðurin skal sjálvandi setast upp ímóti teimum fyrimunum, ið kunnu væntast av kynbótini. T.d. kann ein laksur, sum er mótstøðuførur móti lúsum, spara alaranum munandi upphæddir í avlúsing, umframt at umhvørvið verður vart.

Skeptisk sjónarmið eru frammi um, at genetikkurin er vánaligur. Men kanningar vísa, at føroyski fiskurin hevur staðið seg væl – hóast hann ikki hevur verið kynsbøttur leingi. Hugvekjandi er eisini, at stórfyritøka í Føroyum hevur havt góð úrslit seinastu árini við føroyska fiskinum sum stórum parti av grundarlagnum. Vit kunnu bert spekulera um, hvussu fiskurin hevði roynst, um hann var miðvíst kynsbøttur í eldhugaðum og framkomnum framleiðslukervi framhaldandi.

Frambrot innan rognkelsi mist orsakað av trilvandi føroyskum innsatsi
Íslendingar, sum ikki hava stóra alivinnu, byggja nú rognkelsivinnu á føroyska marknaðin. Fiskaaling hevur annars stríðst við at fáa eina rognkelsiframleiðslu at rigga. Eisini her hava fortreytirnar verið vánaligar á Sjódeplinum í Nesvík. Tað hevur verið drúgt av tí sama, og av tí at tað hevur verið trupult at fáa vinnuna at standa saman um hetta átak saman við niðurslitna Fiskaaling. Umframt hesar trekleikar, hevur føroyski myndugleikin ikki skapt neyðugu fortreytirnar, soleiðis at til ber hjá føroyskum aktørum at fara í holt við hesa framleiðslu. Undrunarvert er, at myndugleikin vil loyva innflutningi, heldur enn at skapa fortreytir her heima.

Her mangla framskygdar ætlanir, vilji og samansjóðan í skipanini rundan um alingina. Kjarnan í hesum er vánaliga stýringin kring Fiskaaling, umframt tað at vinnan ikki stendur saman um føroysk áhugamál, sum í fyrstu atløgu ikki geva stórt avkast her og nú

Tað eydnaðist at fáa mannagongdirnar at rigga, men nøgdirnar vóru ov smáar. Av somu orsøk innflyta fyritøkurnar nú í staðin. Stórir møguleikar fyri frambrotum eru hervið mistir. Føroyar kundu verið heimsleiðandi í mun til sjálva framleiðsluna at byggja eina føroyska rognkelsi stammu, at fáa røttu nøgdirnar út til alla vinnuna og at gera granskingarframbrot um, hvussu hesi roynast í praksis á stórum skala.

Samstundis eru vandamál knýtt at tí at innflyta henda fisk, sum avmarkað vitan er um.

Karantenuframleiðsla í hálvum gekki
Eftir avgerðina at steðga kynsbótini í 2005 ivaðist man í, hvat Fiskaaling nú skuldi. Hildið var tó fram at framleiða rogn úr lívfiskinum, hóast kynsbótin var steðgað. Eingin dagføring var framd í framleiðslukervinum, sum var undir niðurbræðing, og sum frammanundan hevði innbygd lýti. Man vant sostatt tað seinasta burtur úr skipanini og fiskinum sjálvum.

At vit lata onnur gera vitanartungu uppgávurnar, vit sjálvi áttu at framt, at Føroyar missa vitan og møguleikar til íslendingar og norðmenn, sum kundu styrkja góðu støðuna í longdini, kann ikki vera rætt.

Avgjørt var í 2009 at avtaka lívfiskin. Men so snaraði politiska skipanin. Tað var mett týdningarmikið at hava eina ”føroyska” veitingartrygd, men nú við støði í útlendskari kynsbót. Kynsbøtt rogn vóru fyrstu ferð innflutt í 2010, og hesin fiskurin var búgvin at framleiða í 2014. Alla hesa tíð helt man fram at strúka føroyska fiskin, sum seinast framleiddi í 2014. Tá var seinasti føroyski lívfiskurin avtikin og tað er avkomið av hesum fiski, sum í dag liggur á Skálafjørðinum, og sum kann vera grundarlagið undir nýggjari kynsbót. Hesi ár merkti framleiðslan sviðan av vánaligum umstøðum. Framleiðslan var merkt av vandamálum, fløskuhálsum og vánaligum vatnstýringarskipanum at tryggja góðar veitingar til tíðina. Fylgjan var nógv frávik, beinleiðis missir, inneffektivitetur og vánaligar veitingar, t.e. sjálvt rognið var til tíðir ivasamt, og avtalur um nøgdir og tíðarætlan hildu oftani ikki. Man hevði góðan genetikk, men afturúrsiglt framleiðslukervi. Tá er líka vítt sum sítt.

Vinnan vil ikki keypa frá Fiskaaling – verður sagt
Tað segði man í 2005, og tað sigur man eisini nú í 2017. Í veruleikanum hava fyritøkurnar keypt, summar meira enn aðrar. Yvirhøvur hevur eitt ynskið verið um eitt føroyskt alternativ, og fyritøkurnar hava strekt seg at keypa. Men Fiskaaling hevur ikki verið nóg dugnaligt og álítandi. Fiskaaling hevur ikki framleitt nóg nógv og væl seinastu árini. Hetta er trupulleikin. Burtursæð frá árinum 2014 hevur vinnan keypt meira og meira frá Fiskaaling. Í 2014 hevði onkur bílagt alt frá Fiskaaling, men tá megnaði Fiskaaling slett ikki at levera, nýggi norski fiskurin hevði eina aðra atferð, sum hædd ikki var tikin fyri. Tá misti vinnan álitið og tað er skilligt.

Tað loysir seg ikki at framleiða – verður sagt
Tí má framleiðslan niðurleggjast. Vánaligu fíggjarúrslitini hjá Fiskaaling eru í veruleikanum grundaði á vánaligan rakstur, og ikki á tað, at tað ikki ber til at framleiða í Føroyum. Í 2015 vóru ávísar dagføringar gjørdar, og framleiðslan var betur synkroniserað við norska mátan. Tá eydnaðist at veita 16 mió. rogn og úrslitið javnvigaði, hóast stórar broytingar og ávegis átøk, sum við tíðini vildu gjørt størri og størri mun. Um framleiðslan hevði verið dagførd so hvørt gjøgnum árini, so hevði eitt yvirskot verið við einum framleiðslustigi á 18 mió. Um framleiðslan hevði verið løgd í eitt sambygt framleiðslukervi, var sunt yvirskot.

Eitt alment partafelag tryggjar ikki samfelagsatlitini
Sæð út frá roknskapinum, fíggjarstøðuni og framleiðslukervinum hjá Fiskaaling er skilligt, at almenna partafelagið vil niðurleggja, og at man grundgevur sum frægast fyri at røkka málinum um fíggjarliga javnvág.

Argumentatiónin um, at kappingin er ov sterk, at tað ikki ber til at framleiða o.s.fr., er samstundis beinleiðis ábending um manglandi drívmegina og sjónligu bókhaldsmentanina, sum hevur eyðkent Fiskaaling í mong ár.

At føroyska vinnan ikki vil keypa føroyskt laksatilfar, at útlandið er ov sterkt í mun til føroyska potentialið, er ikki rætt. Men vinnan vil hava dygd, og dygd krevur góða fyriskipan. Í 2016 vildi vinnan binda seg til 12 mió. rogn, hetta er umleið helvtin av føroyska tørvinum. Um vinnan upplivdi góða dygd vildi hon uttan iva við tíðini keypt meira og meira. Vanliga hevur vinnan tá samanumkemur viljað keypt meira, enn hon hevur bílagt frammanundan.

At tað ikki lønar seg at framleiða, er ikki rætt. Men tað krevur góðar umstøður og stýring, sum almenna partafelagið Fiskaaling ikki hevur megnað at skapað.

Føroyar eru alitjóð burturav við serligum náttúrugivnum umstøðum. At vit lata onnur gera vitanartungu uppgávurnar, vit sjálvi áttu at framt, at Føroyar missa vitan og møguleikar til íslendingar og norðmenn, sum kundu styrkja góðu støðuna í longdini, kann ikki vera rætt.

Visiónir mangla í skipanini. Fiskaaling er í eksistens- og identitetskreppu og vinnufyritøkurnar hugsa um egnar fyrimunir. Eingin er at taka sær av visiónunum. Her vanta mekanismur at tryggja føroysk heildaratlit, so at vit fáa enn meira gagn úr potentialinum í framtíðini. Uttan eina miðsavnandi almenna funktión missa Føroyar møguleikar av hendi, sum umframt at kasta vitan av sær, í framtíðini kunnu geva íkast til samfelagsbúskapin eisini. Ein sterk vinna í sær sjálvum tryggjar ikki heildina.

Fiskaaling kundi og átti av verið partur av bulverkinum, sum tryggjar samfelagsatlitini. Men Fiskaaling hevur ikki borið henda leiklut, einamest tí at almenna partafelagsloysnin ikki hevur hóskað til hetta virksemið og umstøðurnar um felagið.

Almenna partafelagið hevur ikki riggað í mun til framleiðslurolluna, og tað kann illani vera rætti formurin, um Fiskaaling í framtíðini einans skal takast við gransking og tænastur.

Spurningurin er nú, hvat politiska skipanin vil við alingini í longdini. Spurningurin er í sama viðfangi, hvørjar almennar funktiónir politiska skipanin ynskir at tryggja samfelagsatlitini og framtíðar støðuna komandi áratíggjuni. Tørvur er á gransking innan mong øki, sum hava við aling at gera. Tørvur er á tænastum til vinnuna. Og tørvur er á einum sterkum óheftum samskipara og watch dog, sum smyr markamót og motiverar til innsatsir, sum í longdini tæna heildini, vinnu og føroysku alitjóðini. Livst so spyrst.

Meira langlesnaður