Vanlukkur á sjónum verða útgreinaðar

2016-08-17 08:00 Author image
Dimma

- Hvørjar eru afturvendandi orsøkirnar fyri vanlukkum á sjónum? Hendan og aðrar sera umráðandi spurningar fæst eitt kvalifiserað boð uppá í dag.

Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur leggur í dag fram úrslit av gransking, har hon hevur savnað inn hagtøl og greinað vanlukkur á sjonum.

Hetta hendir á Sjónámi í Klaksvík, har dagurin er settur av til at greina vanlukkur á sjónum. Tað eru manningarfeløgini saman við Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingi, sum skipa fyri ráðstevnuni. Á skránni verða upplýsandi fyrilestrar og kjak.

Annbjørg á Høvdanum fer at leggja úrslit um vanlukkur hjá sjómonnum meldaðar til vanlukkutryggingarráðið frá 1972 -2014 og greiða frá, hvat hesi tøl siga okkum.

Fyri at fáa hagtøl til vega stuðlaðu manningarfeløgini eini verkætlan til at gjøgnumganga 40 árgangir av vanlukkum á sjónum, ið eru skrásettar hjá vanlukkutryggingarráðnum í tíðarskeiðinum 1972-2012.

Tað kom m.a. fram, at í hesum 40 ára tíðarskeiði hava 115 fólk latið lív í sínum arbeiði á sjónum og heili 23% av teimum vanlukkunum, sum vórðu fráboðaðar, viðførdu varandi mein.

Nú er klárt til næsta stig. Feløgini hava søkt og fingið játtað stuðul úr Sjúkrakassagrunninum til at hagtalsviðgera og greina vanlukkutøl frá føroysku sjóvinnuni, soleiðis at trygd á sjónum kann mennast út frá eini skipaðari vitan um okkara egna flota og tær vanlukkur, ið vit hava havt í Føroyum.

Eftir ætlan koma úrslitini frá greiningini av tilfarinum m.a at:

- Vísa á afturvendandi orsøkir fyri vanlukkum
- Vísa á títtleikan av ymiskum vanlukkum innan ymiskar skipabólkar
- Vísa á sermerktar vandastøður innan ávísu skipabólkarnar

 

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður