Vænta at fáa menningarkvotur til Vágs

Vænta at fáa menningarkvotur til Vágs

2017-07-31 09:44 Author image
Georg L. Petersen

Alex Vilhelm í Vági væntar at bjóða á uppboðssøluni í august mánaði, men hevur eisini vónir til, at tey í oynni fáa atgongd til tað, sum nevnist menningarkvotur í uppskotinum til fikivinnunýskipan – upprunaliga nevndist tað økiskvotur.

– Økið her suðuri hevur verið forsømt í so nógv ár, og eg haldi, at myndugleikarnir hava skyldu at lata okkum nakrar kvotur her í oynni. Vónandi fáa vit nakað at arbeiða við, áðrenn fólkatalið er minkað burtur í einki.

Tað sigur Alex Vilhelm, stjóri í feløgunum South Pelagic og Ocean Group Faroes, sum herfyri gjørdu eitt treytað keyp av skipinum Norðhavið, so teir í fyrstu syftu sluppu framat eini felagskvotu av svartkjafti upp á 70.000 tons. Og møguliga kann skipið eisini brúkast, um nakað verður keypt av rættindum á uppboðssøluni, sum verður fyriskipað í august.

Tá verða 5.447 tons av makreli, 1.107 av botnfiski í russiskum sjógvi og 614 í norskum sjógvi í Barentshavinum seld á uppboði. Hetta ætlar Alex Vilhelm at bjóða uppá, men tað leggur ikki nakran veruligan botn í ætlanirnar hjá felagnum.

Alex Vilhelm sær nógv størri møguleikar í teimum ætlaðu royndar- og menningarkvotunum, ið eru partar av uppskotinum til nýskipan av fiskivinnuni. Hetta var tað, sum upprunaliga nevndist økiskvotur, men sum eftir samráðingar í samgonguni skifti navn til royndar- og menningarkvotur.

Hóast felagið í Vági hevur keypt Norðhavið, so eru keypstreytirnar so leysar, at báðir partar kunnu sleppa burtur úr avtaluni nær tað skal vera, tí seljarin hevur bæði ein afturkeypsrætt og afturkeypsskyldu.

– Vit hava eisini eitt annað skip klárt, um tað skuldi verið neyðugt, sigur Alex Vilhelm.

South Pelagic var í samstarvi við eitt danskt reiðarí, tá felagið átti skipið Asbjørn Senior. Tað skipið varð seinni selt til Russlands.

placeholder

Meira langlesnaður