Vanta fígging til at talgilda sjónvarpstilfar

2016-05-26 11:04 Author image
Dimma

- Tað líður rímiliga væl við útvarpspartinum, men sjónvarpsparturin er ikki komin so langt, tí vit hava ikki fingið fíggingina enn.

Tað sigur Mass Hoydal, fornfrøðingur, sum hevur ábyrgdina av at samskipa arbeiðið at talgilda alt tilfarið, sum liggur í goymslunum hjá Kringvarpinum. Talan er um útvarpstilfar heilt aftur til 1957, tá ið útvarpið fór at senda, og sjónvarpstilfarið er frá umleið 1983, tá ið Sjónvarp Føroya varð sett á stovn.

Um vikuskiftið byrjar tiltak, har farið verður kring landið at greiða frá, hvussu Føroya søga verður talgild. Við á ferðini eru Søvn Landsins, Savnsgull og Fróðskaparsetur Føroyar. Tað er Mass Hoydal, ið hevur tikið stig til rundferðina.

 

Útvarpsparturin liður væl
Hann hevur fingið 900.000 krónur um árið at talgilda útvarpssavnið, men pengar er ikki fingnir enn til at fara undir at talgilda sjónvarpið; biðið er um 600.000 krónur til hetta í ár.

- Vit hava ikki fingið pengarnar enn til sjónvarpspartin, men vit eru komin væl áleiðis við fyrireikingunum.

Higartil eru 10.000 av 26.846 bondum í útvarpinum talgild. Haraftrat eru 100.000 av teimum 520.479 pappírsskjølunum fingin inn. So tað gongur bara væl, heldur Mass Hoydal.

- Vit hava sera góð fólk frá Almannaverkinum, sum leggja tilfar inn. Haraftrat fáa vit hjálp frá fólkum, sum sita í varðhaldinum í Mjørkadali. Um vit framhaldandi fáa fígging til, at hesi fólkini kunnu hjálpa okkum, so vera vit liðug við útvarpspartin í 2021, sigur Mass Hoydal.

 

Berjast móti tíðini
Tað er meira kritiskt við sjónvarpstilfarinum, sum er mest viðbrekið. Pappír og ljóð er lættari at fáast við,
men video krevur nógv meiri, bæði tá ið tað kemur til útgerð, og hvat format skal brúkast.

Mass Hoydal heldur, at tey eru komin væl áleiðis við fyrireikingunum, men nú má farast í gongd við arbeiðið at talgilda sjónvarpstilfarið.

- Hetta hevur skund, tí bondini eru illa farin. Haraftrat fækka tær videomaskinurnar í heiminum, sum skulu brúkast til hetta endamálið. Sagt verður til dømis, at nógv brúkt bondini U-matic hava fýra ár eftir, til eingin útgerð er eftir, so vit berjast móti tíðini. Men fáa vit játtað tær 600.000 krónurnar í ár, so koma vit í gongd, sigur Mass Hoydal.

 

Føroya søga talgild
Í komandi viku fara Søvn Landsins, SavnsGull og Fróðskaparsetur Føroya út um landið at lýsa stóra økið, at talgilda føroysku søguna.

- Vit fara at siga frá, hvussu okkara mentanararvur verður talgildaður, og hvussu vit føroyingar fáa ágóðan av hesum. Tiltakið er øðrvísi, tí søvnini koma út til fólkið.

Byrjað verður á Seglhúsloftinum á Tvøroyri sunnudagin 29. mai, síðan verður farið til Klaksvíkar mikudagin 1. juni í Bakaríið hjá Jórun, og fríggjadagin 3. juni verður tosað við fólk á flogvøllinum Vágum. Endað verður sama dag á Torginum í SMS. Og tað er annað enn tilfarið hjá Kringvarpinum, tosað verður um.

Fólk frá Skjalasavninum fara at greiða frá gomlum skjølum, ið síggjast á internetinum. Umboð fyri Fornminnissavnið fer at siga frá hvussu útgrevstrar kunna endurskapast í 3D og hvussu arbeitt verður við dronum í útgrevstri. SavnsGull greiður frá hvussu tað gongur við bjargingini av Kringvarpssavninum. Fólk frá Landsbókasavninum fara m.a. at greiða frá talgildanini av føroysku bløðunum. At enda fer Fróðskaparsetrið at greiða um talgildingina av ordraseðlunum og grundarlagnum undir orðabókaarbeiðinum.

   

   

placeholder

Meira langlesnaður