Vandamiklir knívar millum skúlabørn

2016-05-28 10:00 Author image
Dimma

“Nýliga hava foreldur og skúlar sett seg í samband við løgregluna, tí børn høvdu tílíkar “butterfly” knívar, sum vóru keyptir uttanlands. Løgreglan kundi tó ikki leggja hald á hesar knívar og innflutningur av teimum er heldur ikki ólógligur,” skrivar fútin í sínum hoyringsskrivi og vísir á, at hesir knívar eru bannaðir í Danmark. Tað hendi í sambandi við, at nýggj vápnalóg varð samtykt herfyri.

“Mett varð, at stundir vóru ikki til at taka uppskotið frá landfútanum við í hesi lógarbroyting. Hetta eigur tó at verða viðgjørt gjølla næstu ferð, at vápnalógin verður endurskoðað,” stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið um vápnalóg, sum seinni er samtykt.

Tískil vórðu viðmerkingarnar gjørdar til einkis.

Lesið meira í blaðnum

placeholder

Meira langlesnaður