Kunngerðin um vápnaprógv sett í gildi

2016-09-09 08:28 Author image
Sigmund Vang

Kunngerðin um vápnaprógv er nú sett í gildi í Føroyum. Tað merkir, at øll, sum antin eiga vápn ella vilja útvega sær eitt, skulu hava vápnaprógv. Hetta er galdandi fyri skotvápn, slættpípaðar høglbyrdur og luftbyrsur stærri enn kaliber 5,5 mm.

Persónar, sum áðrenn 1. januar 2016 lógliga áttu skotvápn, skulu bert hava vápnaprógv, um teir ætla at brúka vápnið til skjóting.

Fyri at kunna søkja um vápnaprógv, skal tú hava staðið eitt vápnatrygdarskeið. Skeiðið skal vara minst átta tímar og innihalda ein verkligan og ein ástøðiligan part.

Persónar, sum eru millum 16 og 18 ár, og sum hava staðið vápnatrygdarskeið, kunnu nýta høglbyrsu, um teir eru og skjóta saman við einum persóni yvir 25 ár, sum hevur vápnaprógv.

 

placeholder

Meira langlesnaður