Varaforsetin í UEFA vitjaði

Mynd: torshavn.fo

Varaforsetin í UEFA vitjaði

2017-10-17 10:30 Author image
Leif Láadal

Seinnapartin mánadagin var varaforsetin í UEFA, Karl Erik Nilsson, á gátt á Ráðhúsinum í Havn, har hann var á fundi við Anniku Olsen, borgarstjóra, skrivar Torshavn.fo.
Sambært heimasíðuni hjá kommununi var Karl Erik Nilsson er á stuttari kunningarvitjan í Føroyum. Á ferðini hevur hann millum annað hugt at útbyggingini á Tórsvølli, sum Tórshavnar kommuna hevur verið við til at fíggjað. Karl Erik Nilsson er svii, er fyrrverandi altjóða dómari og er eisini formaður í HatTrick-nevndini hjá UEFA, ið lutvíst fíggjar leikvøllir í limalondunum. 
Norðurlond hava við Karl Eriki Nilsson góða umboðan á evstu rókum í UEFA, og vitjan varaforsetans í Føroyum er liður í arbeiðinum at fáa innlit í grannalondini og umstøðurnar hjá fótbóltinum á okkara leiðum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður