Varðar eiga at vísa leiðina fram

2016-05-06 00:00 Author image
Dimma

Mikudagin 13. apríl var 83. nummar av Varðanum lagt fram á móttøku í Listasavni Føroya. Í ár fyllir Varðin 95 ár, og eins og hann hevur mong ár á baki, hevur hann eisini haft mangar ritstjórar. Nú er tað Dorit Hansen, ið stendur við róðrið, og hesin Varðin er hin fyrsti, hon letur úr hondum. Ætlanin er, at tveir Varðar skulu koma út árliga. Hin næsti verður væntandi til keyps til heystar. Men er nýggi Varðin “nýggjur”, sum listamaðurin og skaldið, Tóroddur Poulsen vísur á í sínum bloggi, hví hevur hann uppiborið tær fýra stjørnurnar, sum Kinna Poulsen gav honum í Mentanarkaféini, og megnar hann at liva upp til navnið? Er hann førur fyri at peika frameftir og vísa vegin heim? Hvat siga ummælini, hvat kann eitt ummæli hava við sær av framgongd og vøkstri og ber til at menna og seta á stovn eina ummælarafjøld í Føroyum? 

”Og so fekk eg eisini tann "nýggja" Varðan. Eftir at hava lisið tann fyrsta tekstin, eina traditionella og keðiliga sonettu um vár og veður, helt eg, at um restin av ritinum var sum henda yrkingin, so mátti eg enn eina ferð – móti mínum vilja – ásanna, at alt stendur í stað í Føroyum. Tíðarrit eiga at vísa leiðina fram og ikki aftur. Varðin vísti leiðina fram fyri skjótt hundrað árum síðani. Og Steinbjørn og Gunnar royndu tað sama í sjeytiárunum, men teir blivu steðgaðir av fólkafloksfascistisku Breckmann-jugendini, sum villmaðurin og skyldmaðurin Mílur hevði mobiliserað ímóti ritstjórunum.“

Soleiðis skrivar Tóroddur Poulsen á bloggi sínum, Bloggoddur, 19.04.16, bert seks dagar eftir, at nýggi Varðin við nýggjum ritsjóra hevði sæð dagsins ljós. Ein harður dómur frá ein av okkara virknastu yrkjarum og listamonnum.

 Seinni í apríl hevði Gunnar Nolsøe Kinnu Poulsen á vitjan í Sortudíki sum ummælara. Kinna leggur út við at siga, at henni dámar væl forsíðuna, ið er myndprýdd av listakvinnuni, Hansinu Iversen. Forsíðan verður skýrd at vera litrík, ljós og várlig. Tey byrja við at taka samanum. Staðfesta, at Varðin telur eitt sindur yvir 200 síður av teksti. Eitt sindur ov nógv, sambært Kinnu, men hesin nýggi Varðin er eisini ambisjøsur. Hann rúmar nevniliga alt frá stuttsøgum, yrkingum, greinum, ummælum, einum úrvali av list og eina rithøvundasamrøðu við Marjuna Syderbø Kjelnæs. Vísindaligu greinarnar og kvantitetin framum kvalitetin er Kinna ikki so fegin um, men samrøðuna við Marjuna dámar henni væl.

 

Farrin av skaldskapi gav mær hug at geva honum skræpuna

Í hesi samrøðu við Marjuna, ið bæði Kinna og Tóroddur halda er góð, greiður Marjun opið frá, hvussu tað kendist at fáa serstakliga hvassa ummælið frá høvundanum, Carl Jóhan Jensen, tá hon gjørdi sína fyrstu, skelvandi roynd sum rithøvundi. Eitt øki, hon ikki var kend við, tí heima vóru bókmentir ikki tað, ið fylti mest, og ei heldur var hon trúgvasti bókasavnsgesturin. Tó so hevði hon frá barni av eitt livandi hugflog, ið millum annað fekk loyvið til at sveima, tá hon lá sjúk við astmu í songini hjá familju í Mikladali – eitt stað, hon helt fram at vitja fyri at skriva, tá hon var vorðin meir vís í, at tað var tað, hon vildi. Hetta inntil Mikladalur bleiv til eitt ferðamannastað, orsakað av kópakonuni, og alt tað gamla, slitna mátti víkja fyri máling og nýggjum sementi.

Marjun greiður í samrøðuni frá, hvussu hon nærum misti mótið av ummælinum og hugsaði,  hvat hon mundi hugsa fyri sær at halda, at hon dugdi at skriva. Hon og Carl Jóhan sótu seinni í nevndini í Rithøvundafelagnum saman, og hon hevði tá hug at koyra afføringsevni í hansara te fyri at straffa hann fyri sín harðrenda hátt at fara við henni og hennara arbeiði á.

”Samrøðuna við Marjuna Syderbø dámar mær væl,” skrivar Tóroddur Poulsen so hjartans samdur – ikki minst tá hon fortelur, at hon ætlaði at geva Carli amerikanska olju – frálíkt hugskot!

 

Hvaðani kemur dirvið til at halda á fram?

Tíbetur helt Marjun á við sínum arbeiði. Um ein dámar tað, hon skrivar, ella ikki, er tað ein sannroynd, at fáir høvundar eru so fjølbroyttir og virknir innan so mong tekstasløg sum júst hon. Harumframt hevur hon fleiri ferðir vunnið kappingar og vunnið og verið í uppskoti til ymiskar virðislønir innan bókmentir. Hon hevur arbeitt saman við Eivør, Sakaris Stórá, Eyðun Johannesen og fleiri øðrum áhguaverdum og kendum listafólkum. Hennara listarliga leið hevur kanska verið stutt, sum hon vísir á í samrøðuni, men ikki tess minni hevur hon verið fjølbroytt og ótrúliga spennandi og fyrimyndarlig fyri mong. Hvat hevði hent, um hon ikki fekk hetta ummæli? Hvat um hon ikki var eggjað til at halda á við at skriva? Hvat um hon ikki hevði torað? Í hesum føri hevði ummælið eina jaliga ávirkan og stimbraði í síðsta enda Marjuna til at halda á, men tað kundi eins væl verið umvent.

 

Betri uttan ella við?

Hvat er tað, sum tað góða, konstruktiva ummælið megnar? Og eru vit í Føroyum ov bangin fyri at siga okkara erligu meining um eitt givið verk, sum Kinna er inni á í samrøðuni við Gunnar Nolsøe? Eru vit ov konform, ov sjúk eftir at ganga øllum á møti, vilja vit ikki gera nakran keddan? Men hinvegin, er tað ikki betri at fáa “ring” ummæli enn ongi, tí tað er ein sannroynd, at ummæli eru ein mangulvøra í Føroyum, ongin ivi um tað.

Og í kjalarvørrinum á hesum: Hví eru so fáir ummælarar í landinum? Er tað tí, teir ikki tora at leggja seg út við møguligar starvsfelagar, ella er tað tí vit ikki hava eina sunna siðvenju í at ummæla, eins og í øðrum londum?

Tað er ofta so, at tað eru rithøvundar, ið ummæla rithøvundar, og er hetta yvirhøvur loyvt ella ber hetta yvirhøvur til í einum so lítlum landi sum Føroyum? Hvørji árin kann hetta hava á ein sjálvan sum høvund, um ein sum høvundi ummælir aðrar høvundar? Og hvussu ávirkar hetta tað samband, ið sjálvsagt er ímillum føroyskar rithøvundar, tí har eru jú ikki so nógvir?

Stutt og greitt: skulu rithøvundar yvirhøvur ummæla hvønnannan? Skulu listafólk ummæla hvønnannan? Um ikki, hvør eigur so at taka hesa uppgávu á seg? Lærarar á til dømis miðnámsskúlum ella á Fróðskaparsetrinum, sum eisini ofta eru at hoyra og síggja í ymiskum miðlum, í leiklutinum sum ummælarar? Ofta gera teir eina lesing av einum givnum verki, um talan væl at merkja er um bókmentir, og gerst ummælið tá ov teoretiskt fyri almenningin, hóast hetta í veruleikanum er nakað flestøll, ið skriva, sakna? Og um tað eru høvundar, ið ummæla hvønnannan, verður ummælið so merkt av antin øvundsjúku ella ótta fyri at fornerma hin ummælda partin?

 

“Vit eiga at geva henni ein kjans”

Tað er ikki bert bøkur, skrivaðar av einstøkum persónum, ið verða ummældar. Í hesi grein, í hesi hugleiðing, er tað Varðin, ið virkar sum dømi fyri verki, ið verður ummælt. Hetta at ummæla tíðarrit er sjálvsagt eisini av stórum týdningi, tí tíðarrit eru jú ein savnan av tí, okkara skaldskapur og mentan hevur at bjóða uppá. Her er tískil heldur ikki bert talan um ritstjóran, ið verður ummældur, talan er sjálvsagt um verkið sum eina heild og sjálvsagt eisini eisntøku høvundarnar, ið hava latið tekst inn til ritið.

Tóroddur er avgjørt ikki so spentur upp á søgu Varðans og heldur á fram at harselera á blogginum: ”Seinni  gjørdi Pól Andreasen tíðarritið til eitt meiri ófarligt folkloristiskt rit við hópin av amatørsøgufrøðiligum – og ættartalsligum greinum, sum ikki høvdu ein skid við bókmentir at gera. Men vit eiga sjálvandi at geva nýggja ritstjóranum ein kjans,” skrivar hann og er í veruleikanum serstakliga jaligur, tí tað plagar ikki at vera honum fyri at geva øllum møguleikan, og tað er fínasta slag.

Vit hava tørv á fólki sum Tóroddi at sita sum teir báðir súru menninir á svalanum í Muppet Show. Tí tað er av týdningi, at vit eru konstruktivt kritisk. At vit tora at ummæla á ein virðiligan hátt, ið ikki brýtur niður, men heldur byggir upp. Tað er av alstórum týdningi, at listafólk ikki síggja hesi ummæli sum sannleikar, ið ikki eru til kjaks ella ikki kunnu vendast á mangar ymiskar hættir, hóast tað er eitt sera viðbrekið starv at lata úr hondum eina bók, eitt lag, ein málning ella annað listaverk, tí tú stendur so berur. Einsamallur.

 

Einsemið í Føroyum – í enn einum skapi

Og tað er einsamalt at vera listafólk í Føroyum, tá tað kemur til møguleikarnar at sparra við onnur og eisini av teirri orsøk, at tað eru so fá ummæli og so fáir ummælarar, at til ber ikki til at tosa um, at “ummælararnir vóru samdir um, at verkið var gott ella minni gott,” eins og galdandi er í størri grannalondum, til dømis í Danmark. Her hjá okkum eru listafólk heppin, um tey fáa eitt ummæli, og so er spurningurin: Hvat er so at sammeta við og hvussu skal kjakið so falda seg út?

Kinna Poulsen er í Mentanarkaféini eisini eitt sindur úti við rívuni í sínum ummæli av Varðanum. Millum annað skýrir hon yrkingarnar í nýggja ritinum sum verandi sjeytiárakendar, gamaldags og afturlítandi. Hon vísir tó á, at Vónbjørt Vang hevur fatur í rætta endanum. Eftir hesa niðurstøðu í mun til yrkingarnar er spurningurin so, hvussu kunnu yrkjarar betra um teirra skrivikynstur, og skulu teir tað? Skulu teir ganga sín egna veg, ella skulu teir taka tað til eftirtektar, sum ummælið sigur? Ella ber hetta yvirhøvur til, tá tú kanska bert hevur eitt ummæli at styðja teg til?

Sum Kinna vísir á, so eru ummælararnir ofta fittir og sammælandi, sum Tóroddur kallar hetta kelandi fyribrigdið, men tá somu ummælarar og onnur eru savnaði í minni fjøldum, tora tey ofta at siga tað, tey veruliga meina. Og tá er dómurin kanska ikki so jaligur sum hann var, tá ummælið varð almannakunngjørt. Er hetta ikki ein minni heppin sannroynd, um tað væl at merkja er ein sannroynd, tí so ánar ein listamaður ella kvinna ikki, hvat er satt ella hvat er falskt? Er tá ikki betri at vera erligur fyri opnari mikrofon, og tora ummælarar tað? Tá verður undir øllum umstøðum spælt við opnum kortum, og harvið hava øll ein møguleika at vita, hvat gongur fyri seg handan “afturlatnar dyr” og kunnu harvið betra sína list og eisni tosa fyri seg, um tey kenna seg álopnan á skeivum grundarlagi. Tá er tað ein opin og erligur dialogur, og tað er í roynd og veru meir mennandi enn hitt.

 

Bíligt, blankt pappír

Tóroddur er heldur ikki glaður fyri útsjóndina á Varðanum: ”Annars er Varðin prentaður á sovorðið bíligt blankt pappír, so mann hevur hug at leggja hann frá sær. Helst er tað fyri, at lýsingarnar skulu síggja snøggari út,” skrivar hann við óðum fingrum á tastaturið.

Her fer hann eftir prentsmiðjuni, og tað er eisini í lagi, tí tað er av alstórum týdningi, at tað, ið prentað verður, eisini verður ummælt og tikið við í heildarmetingina. Eitt verk er jú ein samanhangandi eind. Ein heild, ið skal hanga saman frá permu til baksíðu. Í sambandi við prent av bókum er tískil sjálvsagt ikki bert talan um innihaldið, men um alt frá pappírstjúkd, fonti, uppsetan, val av liti á pappíri og so framvegis. Hesin partur av verkinum skal og má takast í ramasta álvara og skal vera væl úr hondum greitt, og tískil skulu prentsmiðjurnar og forløgini eisini ummælast, og tískil vera før fyri støðugt betra um teirra arbeiði, sum eg eri sannførd um, at tey fegin vilja.

Men letur hetta seg gera við ummæli sum til dømis hesum frá Poulsen, ið nú kvettir hálsin av prentsmiðjuni, ella skapar hetta misvilja og súrar minur og harvið mótarbeiði? ”Á nógvum síðum eru rukkutar rendur, men tað haldi eg er alt ov vanligt frá prentsmiðjuni, tað er eisini á fleiri av mínum bókum, sum eru prentaðar og heftar sama stað. Tað er faninmeg ikki gott, tit har uppi! Sjálvur eri eg eisini misnøgdur við mínar egnu Stuttsøgur í ritinum, tí tær ikki eru væl uppsettar.”

 

Vantandi bókmentasendingar

Tóroddur gevst ikki so, og fer eftir KvF í mun til vantandi bókmentasending, ið flest øll munnu meta er nakað, ið veruliga vantar á skránni hjá útvarpinum. Satt at siga hava bókmentirnar, hvørki tær føroysku, ið verða framleiddar í hópatali, ella tær útlendsku, talutíð í KvF, annað enn nakrar minuttir í Mentanarkaféini og av og á í einstøkum bókmentasendingum. Hetta er keðiligt, óheppið og viðvirkandi til, at bæði tey, ið skriva, og tey, ið kanska hava hug at royna at skriva, ikki fáa íblástur, kunnan ella eitt mennandi kjak um okkara bókmentir. Tá tikið verður til eftirtektar, hvussu nógv verður framleitt av bókmentum av øllum hugsandi slagi um árið her á landi, er tað sjálvsagt undranarvert, at peningur og senditíð ikki verður sett av til henda mentanarkapital.

Aðrastaðni kring heimin er ummælarakjakið og fakið á einum heilt øðrum staði og støði enn tað er her hjá okkum. Tað er ein vísind aðrastaðni, men her er tað ein uppgáva, tey fægstu vilja taka á seg. Har ummælarafakið aðrastaðni verður mett høgt, og verður tikið í álvara sum ein aktivur partur av listini, eru vit vónleyst aftanfyri á hesum øki í Føroyum, sambært Kinnu og Tóroddi:

”Onkur av ummælunum eru dekan ov naivt skrivað,” heldur Tóroddur fram á blogginum – og tað er spell, tí alt ov lítið verður ummælt av bókum. Bløðini ummæla einki, og í kringvarpinum hava tey fingið tann óskikk at sussmæla heldur enn at ummæla. Og er tað ikki vánaligt, at okkara fremsti mentanarmiðil, Kringvarp Føroya, ikki megnar at hava eina fasta bókmentasending? Skjótt verður hann seksti ár, og bókmentirnar hava ikki verið serliga væl viðgjørdar hvørki í sjón- ella útvarpi. Tað átti ikki at verið so torført at fingið onkran bókmentaútbúnan ella ein entusiastiskan rithøvund at gjørt eina fasta bókmentasending. Og ja, Tóroddur er her inni á kjarnanum á tí evni, ið er frammi á breddanum í hesi grein. Eru tað miðlarnir, ið ikki geva rúm fyri seriøsum sendingum, har bókmentirnar, ið verða sproytaðar úr prentmaskinum í hópatali, fyri síðan at so at siga verða gloymdar, tí tær ikki fáa talutíð?


Fleiri skrivað ummæli, takk!

Tóroddur eftirlýsir eisini fleiri skrivaði ummæli. Eisini í hesum føri vænti eg, fleiri eru samd við honum. Hesi ummæli metir hann høvdu komið væl við og høvdu økt um hugin at skriva, og tað hevði verið gott, um fleiri fattaðu pennin. ”Men tað er ringt at fáa nógvar av hesum dovnu akademikarunum at skriva nakað,” heldur hann á á Bloggoddi. ”Nógv hava lisið bæði bókmentir og føroyskt. Guð viti, um tey brúka útbúgvingina til annað enn at keglast um glosur og bendingar á facebook,” vrissar hann við røttum fyri síðan at skriva: ”Og so er bara eftir at vóna, at næsta nummar av Varðanum verður nógv betri enn hetta, annars verður tað, saman við umrødda nummari, pakkað inn í einar av mínum gomlu undirbuksum og tveitt á køstin!”

Her ber til at síggja dømi um eitt ummæli, ið er av ógvusliga slagnum, og vansin við at ummæla á henda hátt er helst hann, at fleiri loypa tey um, tí tey eru ov neilig. Men hví tað? Skal tað ikki eisini vera pláss fyri slíkum fyri at koma allan vegin runt?

 

Frígerandi og ræðandi, alt um eina leið

Tóroddur sigur tað sum tað er, og tað er frígerandi, samstundis sum tað er ræðandi og eisini kennist fremmant her á okkara leiðum. Men er tað í veruleikanum ikki so, at tað krevur meir dirvi av einum høvunda at skriva eitt ummæli enn tað er at skriva eitt yrkingasavn ella eina skaldsøgu, tá hugsað verður um tær avleiðingar, erligheitin kann fáa, hóast hon kanska í veruleikanum er uppbyggjandi og væl undirbygd, saklig og viðkomandi, mennandi og fremjandi fyri bæði høvund, verk og framtíðar bókmentir? Men er tað kanska betur at vera inkluderandi við at vísa á alt tað jaliga í einum verki, heldur enn at vera meir neiligur? Er tað ikki kynstrið í at ummæla/sammæla/viðmæla at lata eitt verk upp so øll hava hug til at fara umborð? Er ummælið, sum vit kenna tað frá til dømis KvF við stjørnum, ein avoldaður háttur at arbeiða við list á? Er tíðin kanska komin til okkurt heilt annað, vit kundu roynt her á okkara leiðum, har tað ikki altíð ber til at nýta somu frymlar sum aðrastaðni, har ein ikki hittist í SMS yvir súltaðu agurkirnar og kanska endar í frystiboksini, eins og tað sigst tað gjørdi fyrr í tíðini, tá eitt ummæli varð svarað aftur. Bókstaviliga.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður