Varðin fer at brúka annað slag av klædningi

Varðin fer at brúka annað slag av klædningi

2017-07-02 22:41 Author image
Georg L. Petersen

Nógvi roykurin frá eldinum á Varðanum Pelagic kom helst frá bjálvingini, sum at kalla var horvin, tá fólk fóru at kanna klædningin nærri – tað hevur fingið leiðsluna at hugsa seg væl um, nú virkið skal byggjast uppaftur.

– Tá vit kannaðu klædningin aftaná, var tað ein løgin sjón. Hann var heilt tómur millum pláturnar, tí bjálvingin var burtur.

Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, sum varð herjað av eldi 9. juni. Um tað var bjálvingin ella nakað annað sum var orsøk til, at eldurin gjørdist so ógvusligur, er ilt at meta um. Løgreglan hevur í hvussu er boðað frá, at hon ikki kann staðfesta nakra orsøk.

Bogi Jacobsen sigur, at serfrøðingar komu á staðið at kanna eldsbrunan, og at teir millum annað kannaðu bjálvingina. Ein flamma var sett á bjálvingina, sum festi í, men so skjótt flamman varð tikin frá aftur, so helt uppat at brenna.

– Tað finnast tvey sløg av bjálving av hesum slag, annað nevnist PUR og hitt PIR. PUR brennur, men tað ger PIR ikki, uttan so at annar eldur er, og tað er hetta seinna, vit hava brúkt. Men vit mugu bara staðfesta, at hetta ikki var nóg gott. Vit høvdu brandvegg inn móti frystigoymsluni, har klædningurin var fyltur við steinull, og tað bjargaði henni. Hetta verður helst tað vit fara at brúka, tá virkið verður bygt aftur, sigur Bogi Jacobsen.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

placeholder

Meira langlesnaður