Varðin: 254 milliónir í avlopi fyri skatt

2016-06-18 13:01 Author image
Jógvan Samuelsen

Árið 2015 gjørdist tað besta higartil hjá Varðanum í Gøtu.

Stóra uppsjóvarsamtakið hevur júst havt aðalfund, og í tí sambandi hevur felagið kunngjørt roknskapartølini fyri árið. Og tað er hugaligur lesnaður.

Samlaða sølan hjá felagnum fyri árið var slakar 900 milliónir krónur, og tá allar útreiðslur vóru drignar frá, var úrslitið fyri skatt 254 milliónir krónur. Tað er 54 milliónir krónur meira enn í 2014, tá úrslitið var 200 milliónir krónur fyri skatt.

Eftir skatt var úrslitið 185 milliónir krónur, og leggja vit úrslitið afturat eginognini við ársenda 2014 merkir tað, at Varðin hevur eina eginogn uppá góðar 900 milliónir krónur.

Sambært felagnum sjálvum var árið í fjør rættiliga gott í allar mátar.

Úrslitið av primera rakstrinum fyri 2015 var 316 milliónir krónur samanborið við 255 milliónir krónur árið fyri, og er eisini hetta besta rakstrarúrslit í søgu felagsins.

Samanlagt rindaði samtakið Varðin góðar 230 milliónir krónur í lønum. 

Rakstrarúrslitið av primerum rakstri fyri 2015 var 316 milliónir krónur í mun til 255 milliónir krónur fyri 2014. Hetta er besta úrslitið hjá Varðanum higartil. Úrslitið eftir skatt var 185 milliónir krónur fyri 2015 samanborið við 145 milliónir krónur í 2014.

Meira langlesnaður