Hampuligt veður næstu dagarnar

2016-05-13 09:20 Author image
Dimma

Í dag er heiður himmal og sól, og tað fer at halda seg turt og klárt. Í næstu viku verður heitari, upp í 13 stig, men tað verður eisini skýggjað og okkurt æl.

Veðrið frá DMI sigur, at køld og turr luft streymar yvir Føroyum norðaneftir. Leygardagin fer eitt hátrýst sunnan fyri Føroyar spakuliga í ein landssynning og viknar. Sunnudagin fer ein hitabrúgv fram við Føroyum vestaneftir. Týsdagin fer eitt lágtrýst við Ísland spakuliga eystureftir og ein kuldabrúgv fer fram við Føroyum vestaneftir.

 

Veðrið næstu dagarnar

Leygardagin verður landnyrðingur ella av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt æl. Hitin millum 4 og 8 stig.

Sunnudagin verður vestan, 2 til 7 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt æl. Hitin millum 6 og 9 stig.

Mánadagin vestan, 5 til 10 m/s, sum spakuliga fer í norðan. Rættiliga skýggjað, men turt fyri tað mesta. Hitin millum 7 og 11 stig.

Týsdagin verður millum norðan og landnyrðingur, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni sól viðhvørt og turt fyri tað mesta.

Mikudagin sigur DMI, at vindurin minkar niður 2 til 7 m/s av eystri. Turt fyri tað mesta og sólglottar, men onkustaðni verður eisini mjørki. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður