Ræður um at njóta góða veðrið

2016-05-29 15:20 Author image
Dimma

Týsdagin, fríggjadagin og leygardagin í hesi vikuni verða av teimum heilt góðu, tá tað kemur til sól, sambært yr.no. Tá verður gott veður, sól og turt, hóast tað ikki er serliga heitt. Heitast verður týsdagin, tá tað verða ellivu stig.

Í morgin verður eisini gott, hóast tað  verður eitt sindur skýggjað, men hitin sníkir seg upp á  tíggju stig. Hinar dagarnar fer veðrið at halda sær so nøkunlunda, turt, sól, vindur millum ein og seks metur um sekundið av landnyrðingi.

Men sunnudagin, um eina viku, er góða veðrið av. Tá verður samdrigið, og mánadagin og týsdagin fer at regna og tað verður meira vindur eisini.

Veðurforsøgnin kann lesast her

  

  

placeholder

Meira langlesnaður