Góða veðrið heldur sær  

2016-05-24 09:32 Author image
Dimma

Líkt er til, at góða veðrið, sum vit hava havt nú nakrar dagar, fer at halda sær. Í øllum førum sambært donsku veðurstovuni DMI.

Í dag verður eitt lítið lot av ymsum ættum, og tað verður turt og sól. Hitin verður upp í 12 stig.

Mikudagin verður eystan, 2 til 7 m/s. Turt og sólskyn, men onkustaðni verður eisni skýggjað og mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig.

Hósdagin undir 5 m/s av ymsum ættum, turt og sólglóttar, men í løtum eisini skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin 8 til 13 stig.

Fríggjadagin verður aftur 5 m/s av ymsum ættum. Turt og aftur líkindi fyri nakað av sólskyni. Hitin um dagin milum 8 og 13 stig.

Um vikuskiftið sigur DMI, at møguleikin verður nakað tað sama fyri góðum veðri. Leygardagin og landnyrðingur ella av ymsum ættum, 5 m/s,  turt og møguliga sól. Og sunnudagin 5 m/s av ymsum ættum, helst skýggjað men stórt sæð turt. Hitin um vikuskiftið millum 7 og 10 stig.

 

placeholder

Meira langlesnaður