Liggjandi góðveður her, meðan París druknar

2016-06-05 11:50 Author image
Sigmund Vang

Óvanliga gott veður hevur verið seinastu vikuna í Føroyum, meðan tað hevur verið óvanliga vánaligt verður sunnanfyri okkum. Í Fraklandi hevur verið sera nógv avfall, og tað sæst kanska mest tíðiliga í høvuðsstaðnum París, har áin Seine er hækkað nógv (sí myndir niðanfyri). Fríggjadagin var hon upp á sítt hægsta við eini vantstøðu upp á 6,10 metrar, ið er tað hægsta síðani 1982, tá vatnstøðan var 6,18 metrar.

Eitt sindur er tó eftir, áðrenn metið frá 1910 verður sligið. Tá var vatnstøðan í Seine 8,62 metrar.

Vatnstøðan í París, har áin nógvastaðni er farin um áarbakkarnar, hevur havt við sær at nógv almenn støð eru stongt í hesum døgum, millum annað kenda Louvre-listasavnið.

Í dag er vatnstøðan eitt sindur lægri enn fríggjadagin, men vatnið tarnar framvegis.

Eitt umfevnandi lágtrýstumráði í miðevropa er orsøkin til nógva avfalli. Næstu dagarnar kann tað fara báðar vegir, meta veðurfrøðingar. Avfallið kann minka, men vandi er eisini fyri, at vatnstøðan í Fraklandi kann hækka einar 20-30 sentimerar afturat.

Eisini aðrastaðni í Evropa er veðrið óvanligt fyri árstíðina. Í Italia liggur miðalhitin um dagin um 20 stig. Vanligt fyri junimánaða er 24 stig. Í Týsklandi hevur eisini verið sera nógv avfall.

Veðrið í Føroyum er framvegis gott, tó at tað verður eitt sindur meira skýggjað í dag enn undanfarnu dagarnar.

 

placeholder

Meira langlesnaður