Vera Lynn 100: Nýggj útgáva á veg

2017-02-05 17:36 Author image
Simona Midjord

Ein av fólkakærastu sangarinnum í Bretlandi er Vera Lynn, sum verður 100 ár 20. mars.

Í hesum sambandi kemur ein nýggj útgáva á marknaðin, har fleiri av hennara gomlu sangum eru re-mastraðir. Og nú verður eisini tosað um møguleikan fyri, at ein 100 ára gomul kann enda ovast á bretska tónatindinum – tað er ongantíð hent fyrr.

Vera Lynn bleiv serliga vælumtókt undir krígnum og fekk eyknevnið ”The Forces' Sweetheart”, tí hon ferðaðist runt og sang fyri hermonnum. Millum hennara kendastu sangir eru ”We'll Meet Again”, ”Sailing” og ”The White Cliffs of Dover”.

”Tað er av sonnum ein eyðmjúk kensla at vita, at fólk framvegis dáma hesar sangirnar, sum eru so gamlir nú, og tað vekir tær gomlu kenslurnar aftur,” sigur Vera Lynn í eini fráboðan.

”Eg gjørdi bara mítt arbeiði sum sangarinna – og tað er so vakurt hjá mær at hoyra mínar sangir aftur á ein fullkomiliga nýggjan hátt.”

Sangirnir hjá Veru Lynn gjørdu hana til eitt súmbol um vón og frið hjá bretskum og sameindum hermonnum, sum stríddust undir seinna heimsbardaga.

Ætlanin er, at nýggja útgávan kemur á marknaðin 17. mars í ár, tríggjar dagar áðrenn 100 ára føðingardagin.

Kelda: Reuters

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður