Kvinnur flyta fyri at klára seg sjálvar

2016-08-25 10:41 Author image
Dimma

Hvat eyðkennir tær kvinnur, sum flyta millum Føroyar og Danmark?

Hendan spurningin viðgerð Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen í sínari phd-ritgerð, sum hon skal verja fríggjadagin tann 9. september.

Ritgerðin lýsir sostatt ein spurning, sum hevur verið nógv viðgjørdur seinnu árini. Kvinnurnar rýma, hevur staðið óteljandi ferðir í yvirskriftum, tí undirskot hevur verið av konufólki í Føroyum.

Ritgerðin hevur heitið “Fending for yourself – women’s migration between the Faroe Islands and Denmark”.

Hvørjum rýma tær frá, og hvat fara til? Ritgerðin kannar og setir orð á tey viðurskifti, sum gera, at føroyskar kvinnur flyta av landinum fyri at fáa umstøður at klára seg sjálvar.

Setrið skrivar á heimasíðuni, at Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen hevur verið innskrivað á Fróðsskaparsetrinum og RUC til tvífalt phd-prógv. Tað er ein samstarvsháttur, har bæði universitetini hava havt ábyrgdina av phd-náminum og geva henni hvør sítt prógv.

Karin Jóhanna er harvið tann fyrsta, ið lýkur dupult phd-prógv - um hon væl at merkja stendur royndir, tí hon skal fyrst verja ritgerðina tann 9. september klokkan 13.

placeholder

Meira langlesnaður