Veteranar í Føroyum skulu fáa betri umstøður

2016-06-08 15:41 Author image
Dimma

Á fundi á veteransentrinum í Ringsted í dag kom fram, at veteransentrið undir danska verjumálaráðnum arbeiðir við at betra um tilboðini til veteranar, sum eru búsitandi í Føroyum.

Hetta upplýsir Tjóðveldi á Fólkatingi í tiðindaskrivi.

Eftir at føroysku fólkatingsmenninir settu verjumálaráðnum spurningar um støðuna hjá krígsveteranum, sum hava verið í danskari hertænastu og eru búsitandi í Føroyum, verður ítøkiligt arbeiði sett í gongd fyri at betra tilboðið til hesar veteranar.

Samstundis sum kannað verður nærri hvørjar umstøðurnar hjá føroyskum veteranum eru, verður eisini arbeitt við at seta ítøkilig tiltøk í verk, sum kunnu hjálpa beinanvegin.

Hetta skal millum annað gerast við einum samskipaðum arbeiði í Føroyum millum veteransentrið og viðkomandi myndugleikar í Føroyum.

Ritgerð hjá Georg L. Petersen, sum nú er blaðstjóri á Dimmalætting, vísti, at veteranar úr Føroyum, sum hava búsett seg í Danmark efter lokna hertænastu, eru komnir betur fyri seg enn veteranar búsitandi í Føroyum.

Illgruni hevur verið um, at orsøkin til hetta er, at tilboðini hjá danska herinum ikki altíð hava rokkið so væl til Føroya, og at tað hevur verið torført at finna fram til veteranarnar búsitandi í Føroyum.

Eftir at hetta kom fram, settu fyrst Magni Arge og síðan Sjúrður Skaale seg í samband við verjumálaráðið fyri at gera vart við støðuna, og nú byrja úrslitini at vísa seg frá hesum arbeiðinum.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður