Veteranar hittast

Danskir hermenn í Afghanistan (Mynd: Georg L. Petersen)

Veteranar hittast

2017-08-28 15:49 Author image
Georg L. Petersen

Í komandi viku, 5. september, skipar Arktisk Kommando fyri einum serligum degi, við serligum atliti til tey, sum gera tænastu uti í heimi – hetta er eisini eitt høvi hjá føroyskum veteranum at hittast

Á hvørjum ári verður í Danmark skipað fyri einum serligum flaggdegi, har tað almenna vísir sínar viðurkenning av teimum, sum gera hertænastu úti í heimi – og í ár verður eisini skipað fyri einum tílíkum haldi í Tórshavn og í Nuuk.

Tað er Arktisk Kommando, ið skipar fyri tiltakinum, og harvið sýnir viðurkenning fyri tað arbeiði føroyskir og grønlendskir veteranar hava útint – henda dagin fáa veteranarnir eisini høvið at hittast og heilsa upp á onnur, ið gera tænastu.

Í Havn verður tiltakið frá klokkan 16 til 17 í hølunum hjá Arktisk Kommando á Tinghúsvegi 64 í Tórshavn.

Tilmelding fer fram á telefon 341400 ella við at senda teldupost til VFK-A-CHFEF@mil.dk í seinasta lagi 29. august.

placeholder

Meira langlesnaður