Ísland fær tríggjar vetnisstøðir

2017-02-14 09:37 Author image
Sigmund Vang

Felagið Nel Hydrogen Solutions hevur fingið loyvi frá íslendskum myndugleikum at seta upp eitt vetnisframleiðsluvirki og tríggjar vetnisstøðir til bilar. Tað upplýsir partabrævamarknaðurin í Oslo. Orsøkin til fráboðanina er, at felagið Nel Hydrogen Solutions er skrásett á norska partabrævamarknaðinum. Nel Hydrogen Solutions hevur gjørt eitt samváðafelag saman við Skeljungi, sum skal standa fyri vetnisfelagnum.

Skeljungur er ikki heilt ókent í Føroyum. Hetta felag eigur Magn, og samlað rekur Skeljungur 75 besinstøðir í Íslandi og Føroyum.

Sum er, ber ikki til at fylla vetni á bilar í Føroyum, men við nýggju ætlanini hjá Skeljungi í Íslandi, eru hesar støðir kanska komnar eitt sindur nærri her á landi.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður