Vetrarjazzur fyri 10. ferð

Høvuðsnavnið á Vetrarjazz 2018 er grammy-vinnandi norska saksofonisturin Marius Neset

Vetrarjazzur fyri 10. ferð

2017-12-15 09:39 Author image
Innsent

Frá 22. til 28. januar komandi ár skipar Havnar Jazzfelag fyri Vetrarjazzi. Hetta er 10. ferð, at tiltakið verður hildið.

Í sjey dagar fara 23 bólkar at spæla 28 konsertir á níggju ymsum spælistøðum: Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Kaffihúsinum, Havnar Kirkju, Sirkus, Perluni, Hvonn, SMS og Blábar.

Høvuðsnavnið á Vetrarjazz 2018 er grammy-vinnandi norska saksofonisturin Marius Neset, sum fer at framføra saman við sínari kvartett. Við sínum nýskapandi tónleiki og gandakenda spæli verður Marius av altjóða kritikarum mettur at vera væl á veg upp á allarhægstu jazz-tindar. Fyrsta útgávan hjá honum “Golden Explosion” varð í 2011 skýrd av The Guardian at vera besta jazz-útgáva tað árið – frammanfyri útgávur hjá bæði Keith Jarrett og Joe Lovano.

Konsertin við Marius Neset verður leygardagin 27. januar í Norðurlandahúsinum. Hesin leygardagurin verður eisini stóri veitsludagurin á Vetrarjazz. Tá verða teir 10 vetrarnir hátíðarhildnir við ikki færri enn 10 konsertum uppá ein dag. Byrjað verður í Havnar Kirkju kl 11.30, og síðan verður farið runt til ymisk spælistøð, áðrenn endað verður við jam-session í Blábar á midnátt.

Skráin hendan leygardagin, eins og á restini av festivalinum er sera fjøbroytt.

Átta fyrstafloks útlendskir bólkar og solistar vitja – tað mesta síðan fyrsta festivalin í 2009 – og føroyski jazz-heimurin bjóðar bæði kend og nýggj, spennandi nøvn. Vit sleppa m.a. at hoyra nýggju, væl-svingandi kvartettina hjá Guðruni Sólju Jacobsen og ein spildur nýggjan bólk úr Klaksvík. Legendariski bólkurin Plúmm verður aftur á skránni í ár við nógvum nýggjum og spennandi tilfari, og sjálvandi verður Yggdrasil, sum varð tilnevndur Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2017, við.

Flestu konsertirnar á Vetrarjazz eru ókeypis.

Børnini og tey ungu verða ikki gloymd á Vetrarjazz. Tórshavnar Musikkskúli skipar

saman við vitjandi tónleikarum fyri verkstovum fyri næmingum í ymsum aldrum, og

sunnudagin 28. januar verður ein stuttlig barnakonsert við bólkinum Univers på Vers. Fullfíggjaða skráin til Vetrarjazz verður kunngjørd so við og við næstu dagarnar á facebooksíðuni hjá Havnar Jazzfelag og á heimasíðunum hjá ymsu spælistøðunum.

placeholder

Meira langlesnaður