Viðareiðistunnilin letur upp fríggjadagin

2016-08-29 15:18 Author image
Dimma

Tey fyrstu at koyra gjøgnum Viðareiðistunnilin verða Fía Sørensen og Jógvan Thomasen, sum eru millum elstu borgararnar ávikavist Hvannasundi og Viðareiði. Saman við teimum verða Aksel Johannesen, løgmaður, Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, og stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro.

Nógv verður gjørt burturúr, nú Viðareiðistunnilin letur upp. Bussar koyra frá Hotel Norð á Viðareiði til tunnilsmunnan hvannasundsmegin, har Klaksvíkar hornorkestur spælir og røður verða hildnar. Ewald Kjølbro bjóðar vælkomin, Aksel Johannesen sigur nøkur orð, og Henrik Old sker snórin.

Sum siður er, fer fylgi gjøgnum tunnilin. Rynkeby-súkklarar, ellisakfør, rennarar úr Treysti og fólk ganga ígjøgnum tunnilin. Øll eru vælkomin at renna og ganga við, siga Landsverk og Viðareiðis kommuna, ið skipa fyri.

Alment hátíðarhald verður á Hotel Norð frá klokkan 16. Borgarstjórin í Viðareiðis kommunu bjóðar vælkomin, og borðreitt verður við kaffi og køkum, eins og bólkurin Danny & the Veetos spæla í tjaldinum við hotellið.

Eftir almenna hátíðarhaldið ber til at keypa sær tunnilsbúff við undirhaldi á Hotel Norð, har Hilmar Jan Hansen og Robert Mc. Birnie undirhalda. Seinni verður tunnilsdansur við Signari á Homrum.

 

placeholder

Meira langlesnaður