Viagra lítið brúkt í Føroyum

2017-01-22 15:56 Author image
Sigmund Vang

Sambært seinastu heilsukanningini Heilsuhagtøl í Norðurlondum, ið stovnurin NOMESCO gevur út árliga, er nýtslan av Viagra og tílíkum heilivági í Føroyum ein tann lægsta í Norðurlondum. Bert grønlendingar nýta hendan heilivágin í eins lítlan mun og vit gera.

Tølini hjá NOMESCO – tey føroysku tølini í kanningini koma frá Landsapotekaranum – sýna, at bert tríggir skamtar av hesum slagnum av heilivági verða nýttir dagliga fyri hvørjar túsund føroyskar menn. Talið er tað sama í Grønlandi, meðan tað er meira enn dupult so høgt hjá danskarum, ið nýta 6,8 skamtar dagliga. Finnar standa sum kongar ovast á listanum við sínum 13,5 dagligum skamtum.

Hetta merkir tó neyvan, at tann kynsliga heilsan hjá føroyingum er betri enn hjá grannafólkum okkara. Orsøkin er helst psykologisk ella mentanarlig, og ikki fysisk.

- Heilsan hjá føroyskum monnum generelt er góð, sigur Jóhan Poulsen, serlækni í urologi og ábyrgdarhavandi urologur í Føroyum, og sipar millum annað til, at teir liva longur enn danskir menn.

- Men hvat tí kynsliga viðvíkur, so er tørvurin á heilivági fyri kynsligan førleika tann sami í Føroyum sum í øðrum Norðurlondum. Vit líkjast hinum norðbúgvunum nógv, bæði genetiskt og mentanarliga.

Tí heldur Jóhan Poulsen, at orsøkin til lágu nýtsluna av hesum heilivágunum helst liggur í tí, at fólk ikki leita sær hjálp, millum annað orsakað av okkara á mangan hátt lítla og gjøgnumskygda samfelag.

- Kanska er forðingin, at vit halda okkum eitt sindur meira aftur í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond, sigur Jóhan Poulsen.


(Brot úr grein í Dimmalætting hesaferð)

  

  

placeholder

Meira langlesnaður