"Pápi tín var eitt beist"

2016-07-05 15:46 Author image
Sigmund Vang

Victor hevur verið eftir einum manni í hýruvogni sínum. Hetta er ikki fyrstu ferð, hann skal koyra júst hendan mannin. Maðurin hevur kenning, og hann prátar um mangt og hvat, meðan teir koyra. Tá túrurin er av, og maðurin stendur við øðrum beininum uttanfyri, vendir hann sær ímóti Victor og sigur:

”Verpápi tín var ein fittur maður. Hann dugdi væl at syngja. Men pápi tín var eitt helvitis reyvarhol”.

So klamsar hann hurðina aftur og fer avstað.

Orðina níva. Tey fara beint í mergin, og Victor verður noyddur at sita eina løtu fyri at koma fyri seg. Allur barndómurin og fyrstu árini sum vaksin renna fram fyri hann.

”Tað kann gott vera, at tú hevur upplivað pápa mín ein tíma í svimjihylinum, men eg var noyddur at liva saman við honum 24 tímar um samdøgrið”, sigur hann við seg sjálvan, og roynir at finna megi til at koyra víðari út í náttina.


Lesið allan langlesnaðin um Victor HER

  

placeholder

Meira langlesnaður