Víðkaðir bústaðarmøguleikar á Herberginum

Mynd: Kvf.fo

Víðkaðir bústaðarmøguleikar á Herberginum

2018-01-03 15:29 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Herbergið, sum hoyrir undir Frelsunarherin, hevur í mong ár nú húsast á Dalavegi 1 í Havn. Har hava tey hitastovur og sovipláss til tey, ið ikki hava heim ella annað stað at fara.

Nú hevur Herbergið keypt grannahúsini, á Dalavegnum 3, fyri at víðka um búfelagsskapin. Tað upplýsir KvF.

Hetta er fyri at skapa smærri íbúðir fyri nakrar av íbúgvunum, so tey kunnu fáa betri, virðiligari og privatari umstøður. Pláss er fyri sjey fólki at búgva í hesum húsinum. Tey fáa egið kamar, men skulu deilast um køk og stovu. Tey skulu eisini gjalda leigu fyri at búgva har.

Keypið av húsinum er fíggjað úr norska Frelsunarherinum, og húsið fer at bera navnið, "Heimið".

placeholder

Meira langlesnaður