Gjøgnumskygnið máast burtur

2016-09-06 09:57 Author image
Sigmund Vang

Sitandi samgonga fór til valið í 2015 við slagorðunum ”gjøgnumskygni, rættvísi, opinleiki og greiðar mannagongdir”. Stór og góð orð, sum altíð eiga at vera grundsúlur í okkara samfelag og sum fundament undir okkara fólkaræði.

Um hetta hevur eydnast samgonguni at liva upp til, fari eg at lata veljaran og fólkið at meta um, men tað sum hendir í løtuni við, at 1/3 av samgongu tinglimunum ætla sær at taka sæti í Tórshavnar býráð, samstundis sum tey sita í Løgtinginum, hvørki kann ella eigur at fara ótalað aftur við borðinum. Hetta er sera alvarsligt, og kemur at skeikla alla okkara parlamentarissku skipan.

Hetta er ein beinleiðis vandakós, vit sum fólkaræði førka okkum inn á. Sum politikarar hava vit øll okkara áhugamál, eisini lokal áhugamál, men tá ið løgtingslimir koma at sita báðu megin borðið, tá stórar týdnigarmiklar avgerðir skulu takast, fara spurningarnar at reisa seg, hvønn harra hesi tá fara at tæna. Verða tað áhugamálini hjá landinum og avgerðir hesum at frama, ella verður tað at lóggeva til fyrimunar fyri kommunurnar ?


Kolliderandi áhugamál

I vikuni kom búskaparráðið við eini frágreiðing um, at íløgur og rakstur hjá ávikavist landinum og kommunum eiga at lagast til hvørt til annað til tess, at búskapurin ikki gerst ovurupphitaður. Víðari mælir búskaparráðið eitt nú til færri kommunalar eindir. Spurningurin er, hvussu fara hesi fólkini, sum ætla sær at sita í bæði býráði og á løgtingi, at agera og atkvøða í slíkum málum. Í hvørt fall verður tað truplari at skyna á, hvat er landspolitikkur og hvat er kommunalpoltikkur. Gjøgnumskygnið í teimum politisku avgerðunum máast alsamt burtur, tí hvat verður nú drívmegin fyri avgerðunum, verður tað fyri landsins besta ella tann besta avgerðin fyri kommununa ella kanska í tríðja lagi, tað besta avgerðin fyri ein sjálvan?

Tað er munur á landspolitikki og kommunalpoltikki, áhugamálni eru ikki hini somu, vóru tey tað, so var antin at avtaka Løgtingið ella at avtaka kommunurnar. Vit hoyra lítið frá fjølmiðlaheiminum um hendan sera álvarliga trupulleika, kanska er 4. statsvaldið eisini farið at yppa øksl og siga gott er, hetta er Føroyar, tað gongur nokk. Tað er als ikki nøktandi, at vit venda blinda eyga til, nú 1/3 av samgongutinglimunum vil føra kommunalpolitikk ígjøgnum Løgtingið. Hetta er ikki ein tilvildarligur triðingur, men 1/3, sum situr við valdið og tann eina er enntá fíggjarnevndarformaður, ið situr á pengakassanum í Løgtinginum.

Løgmaður má traðka í karakter

Undirritaða hevur í fleiri umførum ført fram, at tað er skeivt, at eitt nú fulltíðarsettir borgarstjórar eisini sita í Løgtinginum. Borgarstjórar eru fyrisitingarligir leiðarar av kommununi og er hetta at meta sum eitt fulltíðarsett starv. Sostatt hava borgarstjórar ein framíhjárætt framum onnur tingfólk, ið bert kunnu hava hálvtíðarsett starv við síðuna av. Lógin um fulltiðarsettir borgarstjórar, sum undirritaða legði fram á ting saman við Jákupi Mikkelsení vár, fall, tí sjálvsagt fóru borgarstjórarnir á Tingi ikki at avmarka sítt egna vald. Tí er tað lítið í væntu, um vit í andstøðuni leggja eitt nýtt uppskot fram, har tingfólk verða noydd at velja annan sessin frá, um so er, at tey verða vald í 2 politiskar sessir. Her verður útfallið uttan iva hitt sama, at tingfólk neyvan fara at avmarka sítt egna vald. Tí skal mín inniliga áheitan vera á Føroya løgmann um at taka hetta málið í rámasta álvara og kalla floksformennirnar saman til tess at fáa eina greiða á hesi parlamentarisku fløkju og fáa loyst hetta málið í sátt og semju.Verður hetta ikki gjørt er vandin fyri, at fólkaræðið upploysis innanifrá og tignin, gjøgnumskygnið og virðingin fyri okkara høga Løgtingi máast burtur.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður