Vilja sleppa at gera øl heima

2016-07-15 11:55 Author image
Alda Nielsdóttir

 - Í 2013 ringdi ein vinmaður, Gundur Johansen, til mín. Hann hevði hugsað um at fara ígongd við at bryggja øl, og so spurdi hann meg, um vit skuldu keypa útgerð saman.

Tað sigur Hallur Finnbogasson Danielsen, sum er partur av stuttleika-bryggjarínum, “Bryggjaríið.” Bryggjaríið er eitt felag mannað við fýra vinmonnum, sum lesa í Danmark, og sum bryggjar nakrar øl saman til stuttleika. Stundum møtast teir so fyri at smakka, døma og tosa um ølið. 

Hallur F. Danielsen sigur eisini, at tað er als ikki vandamikið at bryggja øl, men at tað kann vera vandamikið at gera brennivín. Tí er tað bert brygging av veikari løgi, sum skal vera loyvd. 

- Sjálvandi skal brenning ikki verða loyvd, tí at har er ein stór risiko, tí at tað kann koma træspritt burturúr brenning. 

Hallur F. Danielsen kundi hugsað sær at fingið sítt frítíðarítriv, at bryggja øl, við til Føroya

Í Danmark er heimabryggjað øl einans loyvt at borðeiða til privatar veistlur, uttan at peningur verður tikin fyri ølið. Tað er eina líknandi lóggávu, sum Hallur og vinmenninir vilja hava í Føroyum.

- Eg haldi, at heimabryggj er ein góð byrjan, sigur Hallur F. Danielsen, sum sipar til, at heimabrygging kann føra víðari til spennandi mikro-bryggjaríir. 

Í Dimmalætting, sum er at fáa í dag, er longri samrøða við Hall F. Danielsen um ítrivið hjá honum og vinnmonnunum at bryggja øl. Eisini er skrivað um ynskið at fáa heimabrygging loyvda í Føroyum 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður