Vindmyllulundin í Suðuroy nærkast

2016-09-01 15:51 Author image
Sigmund Vang

Umhvørvisstovan hevur í longri tíð fyrireikað vindmylllund í Suðuroy. Ein liður í hesum arbeiði er at meta um vindviðurskiftini.

- Í fyrstu atløgu er Porkerishagi valdur sum áhugavert øki. Í hesum døgum er vindmátimastur sett upp har og er nú klár at taka í nýtslu, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.

SEV hevur vegna Umhvørvisstovuna staðið fyri arbeiðinum at seta mastrina upp og stendur eisini fyri vindmátingunum, sum skulu brúkast til vindútboðið.
Væntandi verður klárt seinni í heyst at gera loyvisútboð til elframleiðslu úr vindorku í Suðuroy. Útboðið verður umleið 5 MW til støddar.

 

Kelda og lesið meira HER

 

placeholder

Meira langlesnaður