Vinnan tekur seg úr játtanum til filmsvinnu

2016-06-19 17:42 Author image
Dimma

Bólkurin hevur so at siga onga ávirkan á, hvussu játtanin verður brúkt. Tað er latið upp í hendurnar á tveimum ráðgevum og landsstýriskvinnuna.

Hetta sigur Regin W. Dalsgaard, sum hevur tikið seg úr stýrisbólkinum, ið skal eitast at taka sær av 1,5 millión krónum, ið eru játtaðar til føroyska filmslist.

- Stýrisbólkurin virkar meira sum eitt fikublað hjá politiska myndugleikanum, at játtanin verður brúkt rætt. Í veruleikanum hava vit onga ávirkan, tí tað eru tveir ráðgevar, sum saman við landsstýriskvinnuni gera av, hvør fær pengar. Hetta kann skjótt elva til illgitingar um, at pengarnir verða býttir politiskt, og tað er óheppið, sigur Regin W. Dalsgaard.

Les meira í seinastu Dimmalætting um málið.

placeholder

Meira langlesnaður