Nú kunnu øll vinnuáhuga tekna seg til Vinnudagin

2016-09-05 16:29 Author image
Sigmund Vang

Vinnudagurin fyri føroysk vinnulívsfólk og tey, sum onkusvegna hava samband við føroysku vinnuna, verður 30. September.

Av teimum gott 400 plássunum, sum Høllin í Norðurlandahúsinum hevur, eru knapt 200 nú farin.

Inntil 1. september var einans gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda til, men nú er tilmeldingin opin fyri øllum. Til ber at melda til Vinnudagin á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, industry.fo. 

  

 

placeholder

Meira langlesnaður