Ognarfelagið: Kæran hjá Gunnari í Liða burturvíst

2016-06-17 11:53 Author image
Jógvan Samuelsen

Gunnar í Liða fær ikki viðhald í kæruni hjá sær til Vinnukærunevndina um, at formansvalið í Ognarfelag Tryggingartakaranna var í lagi.

Tað hevur Vinnukærunevndin boðað honum, Jákupi Egholm Hansen og Jan Müller frá í brævi, sum Dimmalætting hevur fingið innlit í.

Sambært brævinum er orsøkin, at teir tríggir ikki longur eru limir í nevndini í Ognarfelagnum, og tí eru teir ikki partur av málinum. Tað hevur so aftur við sær, at avgerðin hjá Skráseting Føroya fyrr í ár um at ógilda formansvalið er endalig.

Tá nevndin skuldi skipa seg eftir aðalfundin í Ognarfelag Tryggingartakaranna í fjør, stóð á jøvnum millum valevnini. Í tí sambandi valdi Gunnar í Liða at brúka sítt mandat sum formaður, sum gav honum tvær atkvøður, tá tað stóð á jøvnum.

Sambært flestu løgfrøðingum var mannagongdin røtt, eisini sambært kenda danska løgfrøðinginum Erik Werlauff, sum er viðurkendur fyri sína vitan um felagslógina.

Men Skráseting Føroya var ikki samd í hesari niðurstøðu og kom fyrr í ár við síni egnu niðurstøðu í málinum, har kravt var, at valið skuldi ganga umaftur. Og stóð á jøvnum, skuldi lutakast vera.

Tá valt var, stóð á jøvnum millum Gunnar í Liða og Arna Brattaberg, og so var lutakast. Tað lutakastið vann Arni Brattaberg, sum tí gjørdist nýggjur formaður.

Tann leiklutin hevur hann enn, tí tá aðalfundur var í ár, mistu bæði Jan Müller og Jákup Egholm Hansen sessin í nevndini, og eftir aðalfundin valdi Gunnar í Liða at siga seg úr nevndini.

Tað var kanska ikki tað snildasta, ið hvussu er, tá hugsað verður um kæruna, tí avleiðingin var millum annað, at Vinnukærunevndin vísti málinum frá sær.

Tað merkir so aftur, at støða ongantíð verður tikin til sjálvt innihaldið í kæruni, men tað merkir eisini, at málið um formansvalið eftir aðalfundin í 2014 er endað.

  
  

 

placeholder

Meira langlesnaður